Síðuspring í Sørvági

Tá borgarstjórin í Sørvági skuldi veljast á fundi týskvøldið, hendi tað sama, sum hendi í Havn. Nevniliga at ein Bygdarráðslimur fór í valbólk við øðrum lista enn tí, hann var valdur á. Hinir limirnir í samgonguni, sum skipað var, siga seg ikki vita av, at fleiri avtalur vóru gjørdar um borgarstjóraval

Borgarstjórin í Sørvági fer komandi fýra árini at eita Jákup Suni Lauritsen. Hann varð valdur á fundi týskvøldið. Til varaborgarstjóra vað valdur Erik Davidsen.
Tað var kortini ikki heilt uttan dramatikk, at borgarstjóravalið fór fram í Sørvági týskvøldið. Jákup Suni Lauritsen skifti hest beint áðrenn valt varð, siga hansara listafelagar frá komunuvalinum í seinastu viku.
Til komunuvalið stillaði Jákup Suni Lauritsen upp á lista D í Sørvági, sum fekk tríggjar limir valdar í nýggja bygdarráðið. Umframt Jákup Suna Lauritsen vórðu eisini Jógvan Páll Joensen og Suni Jacobsen valdir á tí listanum.
Bygdarráðið í Sørvági telur sjey limir, og tískil væntaði teimum ein stuðul til at fáa ein meiriluta í bygdarráðnum. Tann stuðulin fingu teir frá tí nývalda liminum á lista A, sum varð einsamallur valdur á tí listanum. Eftir vóru so teir tríggir limirnir, sum valdir vórðu áLista C.
Arbeitt varð við einum samgonguskjali, sum setti greitt upp, hvat farast skuldi undir í komandi skeiði. Eisini varð sett í tað skjalið, at Suni Jacobsen, sum er valdur á lista D, skuldi vera borgarstjóri í Sørvági komandi valskeið. Men fyri at fáa so breitt samstarv, sum til bar, varð sett í skjalið, at Erik Davidsen á C listanum skuldi vera varaborgarstjóri. Eisini nevndarsessir skuldu so býtast út á alt bygdarráðið.

Slignir á nevið
Hetta gekk alt gott og væl, til fundurin varð settur, og borgarstjóri skuldi veljast, sigur Suni Jacobsen, bygdarráðslimur í Sørvági. Tá hendi tað, at uppskot kom frá lista C um at velja Jákup Suna Lauritsen av lista D til borgarstjóra, og Erik Davidsen av lista C til varaborgarstjóra. Tó var eisini uppskot lagt fyri fundin um at velja Suna Jacobsen til borgarstjóra og Erik Davidsen til varaborgarstjóra, sum avtalað var í samgonguskjalinum.
Úrslitið av valinum gjørdist, at listi C saman við Jákupi Suna Lauritsen av lista D valdi Jákup Suna Lauritsen til borgarstjóra og Erik Davidsen til varaborgarstjóra. Eftir sótu hinir tríggir bygdarráðslimirnir, sum fóru á fund vitandi um, at teir høvdu eina avtalu um, at borgarstjórin skuldi veljast av lista D og samstarv skuldi vera millum allar bygdarráðslimirnar við millum annað at velja varaborgarstjóran av lista C, sigur Suni Jacobsen, Bygdarráðslimur.
Teir kendu seg heldur enn ikki reyvrendar. Tað skilst á teimum, at teir einki høvdu fingið at vita um, a samráðingr vóru aðrastaðni, sum partur av tí samgongu, teir hildu seg hava, eisini var við í.

Kundi ikki góðtaka skjalið
Jákup Suni Lauritsen, nývaldur borgarstjóri, váttar, at hann kendi til samgonguskjalið, sum hansara listafelagar saman við lista A hildu skuldi gerast grundarlag undir førda politikkinum í Sørvági komandi fýra árini.
?Men eg fekk ikki at vita um innihaldið fyrr enn sunnukvøldið, og eg hevði aldeilis ikki givið tilmæli til tað skjalið. Tvørtur í móti vóru fleiri ting í tí skjalinum, sum eg als ikki kundi taka undir við. Eitt nú at farast skuldi undir fyrireiking av mentanarhúsið. Tí tað hevur kommunan ikki ráð til í løtuni, sigur hann.
Jákup Suni Lauritsen sigur, at samgonguskjalið, sum ætlanin var at nýta sum grundarlag, varð gjørt heilt uttan hansara vitan. Ikki fyrr enn tað var liðugt, fekk hann kunnleika um tað.
Suni Jacobsen, sum sambært Jákupi Suna Lauritsen var upphavsmaður til samgonguskjalið saman við bygdarráðsliminum, sum valdur var á lista A, sigur, at hann vil ikki gera viðmerkingar til hendan pástandin í løtuni.
?Vit hildu okkum hava eina avtalu, men eg skilji, at har var altso gjørd ein onnur avtala eisini, sum varð hildin loynilig fyri okkum, sigur hann.
Jákup Suni Lauritsen vísir aftur, at hann hevur gjørt fleiri avtalur. ?Hendan avtalan um, at eg skuldi veljast til Borgarstjóra, var ikki gjørd fyrr enn beint fyri fundin, sigur hann.
Hann heldur ikki, at Sørvágur nú hevur fingið eitt Heðin Mortensen syndrom at dragast við. Heldur væntar hann gott samstarv komandi valskeið. Tað var í hvussu er fatanin, hann hevði eftir fundin, sigur nývaldi borgarstjórin í Sørvágs Kommunu.