Úrslitið av øðrum setti, var ein knúsandi tryggur 25-13 sigur til SÍ, og eru teir nú á odda 2-0 í settum.
Mjølnir fingu ikki eitt bein til jørðina í byrjanini av settinum, og munurin bara vaks. Skiftingar vórðu framdar á Mjølnir liðnum, men lítið hjálpti, tí til tað tóktust SÍ, alt ov sterkir, at tað skuldi órógvað teir nakað serligt.