Ása gekk í preliminerskúla og tók studentsprógv í Havn. Síðani fór hon til Keypmannahavnar, har hon fór í læru sum laborantur á Bispebjerg Sjúkrahúsi. Heimafturkomin starvaðist hon sum laborantur á Landssjúkrahúsinum, til hon fór á Læraraskúla, har hon tók prógv í 1981. Eisini hevur hon eftirútbúgving sum serlærari.
Ása fekk sálarfrøðiligt embætisprógv sum cand. pæd. psych. í 1990. Hon hevur autorisasjón frá Dansk Psykolognævn og er góðkend sum barnaserkøn av landsstýrismanninum í almannamálum. Hon hevur arbeitt sum ráðgevi í barnaverndarmálum hjá fleiri kommunum og í sambandi við rættarmál. Eisini hevur hon undirvíst lesandi á Sjúkrarøktarfrøðingaskúlanum og hildið fyrilestrar á stovnum og fyri dagrøktarmammum kring landið.
Ása starvaðist sum leiðandi skúlasálarfrøðingur í Sernámsfrøðiligu Ráðgevingini í Landsskúlafyrisitingini í árunum 1991 til 1994. Hon virkaði sum skúlasálarfrøðingur og deildarleiðari á Sernámsdeplinum til apríl 2001.
Saman við Maritu Petersen, sálu, fór Ása í holt við gransking av autismu hjá føroyskum børnum og ungum. Verkætlanin, sum koyrir enn, verður framd í samstarvi við Sernámsdepilin og Christopher Gillberg, professara við lærda háskúlan í Gøteborg.
Ása hevur virkað sum privatpraktiserandi sálarfrøðingur síðani 2001. Nú, hon hevur rundað tey sjeyti, hevur hon avmarkað tær løntu arbeiðsuppgávurnar og er farin í holt við at lesa føroyskt á Fróðskaparsetrinum umframt at læra seg spanskt. Harumframt hevur hon sett sær fyri at gera øllum ommubørnunum føroysk klæðir.
Hon giftist í 1962 við Halgiri Winther Poulsen, sakførara. Tey fluttu til Hoyvíkar í 1967, og har hava tey búð síðani. Ása og Halgir hava 4 børn og 12 ommu- og abbabørn.
Føðingardagurin hjá Ásu varð hildin við stórari veitslu hjá bróðrinum Peturi og bróðurkonuni Jórun á Vatnsoyrarvegnum. Vit ynskja Ásu hjartaliga tillukku við stóra degnum.