Sær heldur svart út hjá Ingibjørg og hinum í ÍBV

ÍBV tapti eisini aðru meistaraskapsfinaluna í bestu íslendsku hondbóltsdeildini

Ingibjørg Olsen og liðfelagar hennara í ÍBV ferðaðust í dag til Reykjavíkar at spæla aðru meistaraskapsfinaluna móti Vali í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Valur vann dystin 25-22 aftaná at hava verið á odda 14-9 í steðginum.

 

Valur er nú á odda 2-0 í uppgerðunum, og hevur ÍBV nú veruliga ryggin móti vegginum.

 

Liðini hittast aftur úti í Heimey komandi leygardag. Vinnur ÍBV ikki tann dystin verður Valur staðfestur íslandsmeistari.