Sävehof spælir ikki hálvfinalur fyrrenn í mai

Óli Mittún og Elias Ellefsen á Skipagøtu kunnu fokusera upp á venjing og EM-undankappingardystirnar móti Ukraina og Eysturríki komandi vikurnar

Í kvøld vann føroyingaliðið í Göteborg, Sävehof seg í hálvfinalurnar í endaspælinum í bestu svensku hondbóltsdeildini. 

 

Tað gjørdi Sävehof við teprum 30-29 (15-15) sigri á Guif í Partille, har Óli Mittún og Elias Ellefsen á Skipagøtu høvdu ein sera avgerandi leiklut í sigrinum seinastu løtuna av dystinum.

 

Sigurin merkir, at Sävehof vinnur fjórðingsfinaluuppgerðina móti Guif 3-0. 

 

Í hálvfinalunum har tað eisini verður spælt best av fimm dystum møtir Sävehof Ystad. Hálvfinalurnar móti Ystad vera ikki leiktar fyrrenn í fyrru helvt av mai.

 

Skráin sær soleiðis út:

 

3 mai: IK Sävehof-Ystads IF

 

6 mai: Ystads IF-IK Sävehof

 

9 mai: IK Sävehof-Ystads IF

 

12 mai: Ystads IF-IK Sävehof

 

16 mai: IK Sävehof-Ystads IF

 

Elias og Óli kunnu sostatt komandi dagarnar fokusera upp á at venja og fokusera upp á uppgávurnar við landsliðnum, har sera týðandi EM-undankappingardystir móti Ukraina á heimavølli og Eysturríki á útivølli skulu spælast 26. og 30. apríl.