Tvey føroyingalið vóru í leiki í bestu svensku hondbóltsdeildini í kvøld.
Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof vunnu á 35-29 á Helsingborg. Í steðginum var Sävehof á odda 18-14.
Ísak var effektivur. Hann fekk tríggjar málmøguleikar, og hann setti allar í netið.
Sävehof er nummar fýra í deildini 27 stigum.
Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby taptu á útivølli 31-33 (14-15) fyri Hammarby.
Rói skoraði fimm mál, og hann legði eisini upp til fimm mál.
Hallby er nummar 11 í deildini við 17 stigum. Teir hava fimm stig upp til týðandi áttanda plássið, ið gevur atgongd til endaspælið.











