280 sjúkrarøktarfrøðingar á Landspitalinum í Reykjavík høvdu sagt upp til tann 1. mars, fingu teir ikki meiri løn, men í næstsíðstu viku fekst semja um nýggjan sáttmála, og nú hava meiri enn 90 prosent av teimum tikið uppsøgnina aftur. Erna Einarsdóttir, starvsfólkaleiðari á Landspitalinum, sigur við Sosialin, at tær uppsagnirnar, sum eru eftir, fáa onga ávirkan á virksemið hjá sjúkrahúsinum.
Higartil í ár hevur tað føroyska heilsuverkið havt 12 sjúkraflutningar til Landspitalið í Reykjavík. 10 teirra vóru frá Landssjúkrahúsinum.