Tað kom rættiliga óvart á, tá ið Mona Sahlin í dag tók seg aftur sum forkvinna fyri svenska Javnaðarflokkin. Mona Sahlin hevur verið undir trýsti síðani vánaliga valúrslitið hjá svenska Javnaðarflokkinum herfyri, men hon hevur tvíhildið um, at hon skuldi halda fram sum forkvinna fyri flokkin.
Men í dag tveitti hon bumbuna. Hon boðaði frá, at hon tekur seg aftur sum forkvinna fyri Javnaðarflokkin.
- Tíðin er komin, at nýggjar kreftir taka við. Eg havi hugsað um hetta í eina tíð, og nú er avgerðin tikin, segði Mona Sahlin.
Hon vil ikki vísa á nakra einstaka hending sum orsøk fyri, at hon leggur frá sær.