Sakligheitin, einaferð enn

Landsstýrismaðurin við sjálvstýrismálum eftirlýsti fyri stuttum bert " ein farra av sakligheit" í viðmerking til fyrrverandi politikara úr øðrum flokki.

 

Lisbeth L. Petersen, løgtingslimur

?????????????????????????????



Landsstýrismaðurin við sjálvstýrismálum eftirlýsti fyri stuttum bert " ein farra av sakligheit" í viðmerking til fyrrverandi politikara úr øðrum flokki. Høgni Hoydal vildi hava "sakligar grundgevingar" tá sjálvstýrismálið varð viðgjørt.

Aftaná at hava lisið seinastu grein hansara um sjálvstýri ella ábyrgdarloysi og tey 4 %, kundi eg hugsa mær at vita, hvat Høgni Hoydal meinar við, tá hann brúkar orðið "sakligheit", tí er tað nakað greinin ikki ber á brá av, so er tað sakligheit.

Tey 4 %, sum hann og landsstýrismaðurin Torbjørn Jacobsen brúka at jonglera við, tá teir tosa um blokkstuðulin, skal eg ikki koma nærri inn á her, tí tað er so ruddiliga viðgjørt og mótprógvað av øðrum, men fyri at venda aftur til sakligheitina, so vendir og snarar Høgni Hoydal tí, sum ikki passar honum í samráðingarmálinum, sum hann, saman við øðrum, misti á gólvið.

Fyribils samráðingarúrslitið um framtíð Føroya, sum nú liggur á borðinum, hava teir sjálvir lagt upp til, og minkingina av heildarveitingini, sum alt Føroya fólk fer at merkja næsta ár, hava teir sjálvir biðið um. At teir so fara at geva Nyrup skuldina fyri allar trupulleikarnar, sum fara at vísa seg, eru vit so von við, so har verður onki nýtt.

Landsstýrismaðurin er ungur í politikki, og um tað er ókunnleiki ella fanatisma sum ger hann so blindan, skal vera ósagt her, men eitt skal so standa fast. Tá Høgni Hoydal tosar um sambandsflokkarnar, so er tað fyri okkum í Sambandsflokkinum ikki so áhugavert í tí sambandi, hvørjir hinir flokkarnir eru, sum hann meinar við, tí Sambandsflokkurin er, sum navnið eisini sigur, okkara flokkur, og tað navn og stevnuskrá standa vit við.

Er tað nakar flokkur, sum hevur fingið brigsl gjøgnum árini fyri at tosa um varisligan fíggjarpolitikk og sparingar, so er tað Sambandsflokkurin. At fígging ella fíggjarlig trygd skuldi vera, áðrenn kostnaðarmikil politisk tiltøk vóru sett í verk., hevur verið eitt hitt fremsta mál okkara. Afturhaldsflokkur hevur eisini verið eitt merki, sum aðrir hava sett á okkum í negativum týdningi, men at vísa afturhald í fíggjarviðurskiftum er ikki negativur eginleiki, tvørturímóti.

Nei, Sambandsflokkurin blæsir ongan búskap um koll. Tað vit uppliva í hesum døgum er júst tað øvugta, nevniliga at samgonguflokkarnir gera tað, bæði gjøgnum samráðingar og við broytingarætlanunum á búskaparliga økinum. Fyrstu úrslitini fara vit at síggja 1. januar 2002, tá tær fyrstu av teim 24 yvir-tøkunum, saman við fíggjarligu ábyrgdini, gerast veruleiki.

Politiska dreymaverð ber væl til at hava, tí hon kostar onki, soleingi hon bert er dreymur, men gerst hon veruleiki, er støðan ein onnur.

Sambandsflokkurin vil hava veruleikan fram, so øll skulu kenna sannleikan og velja eftir tí. Tað er týdningarmikið mál, sum henda samgonga skyldar øllum føroyingum at lýsa. Tá er tað vit hava brúk fyri sakligheitini frá báðum síðum.

Tá er sakligheit ikki nakað tú bert krevur av øðrum, soleiðis sum landsstýrismaðurin við sjálvstýrismálum ger tað !