Saknað í 32 ár - ynskti ikki at vera funnin

- Gentan vildi ikki búgva, har hon búði, tá hon var 13 ára gomul, og tað vóru fólk í familjuni, sum hjálptu henni at rýma

13 ára gamla, Christina Marie Plante, sum hvarv í lítla býnum Star Valley í Arisona í 1994, varð herfyri funnin aftur á lívi.

 

Hon hvarv sjálvboðin og livir nú undir nýggjum navni, vita amerikanskir miðlar at siga.

 

Løgreglan helt upprunaliga, at gentan var rænd.

 

Seinast, hon varð sædd, var ein dagin, hon fór at vitja hestin, hon hevði í einum úthúsi. Síðan tann dag hevði eingin sæð hana aftur - í øll hesi 32 árini.

 

Sambært kanningarfólki hjá Gila County Sheriffs Office rýmdi hin 13 ára gamla við egnum vilja.

 

Tíðindastovan NBC veit at siga, at tað var onkur í familjuni, sum hjálpti henni at rýma heimanífrá.

 

- Hetta var kunning, sum vit ikki vóru greið yvir, fyrr enn vit funnu hana, sigur politimeistarin, James Lahti, við tíðindastovuna.

 

The Mirror veit at siga, at kvinnan, sum nú er komin afturíaftur eftir øll hesi mongu ár, livir undir nýggjum navni.

 

Eitt pensjónerað kanningarfólk sigur við NBC, at tey gjørdust greið yvir støðuna aftanfyri hvørvingina longu í innleiðandi kanningararbeiðnum.

 

- Gentan vildi ikki búgva, har hon búði, og at tað vóru fólk í familjuni, sum hjálptu henni at rýma.

 

Sambært pensjónseraða kanningarfólkinum fekk løgreglan eisini upplýsingarnar um, at gentan var flutt úr statinum - og møguliga úr landinum.

 

- Hetta var eitt stríð um, hvør skuldi hava umsorganina, sigur fyrrverandi kanningarfólkið við NBC.

 

Fyrrverandi kanningarfólkið heldur, at gentan var ikki nøgd við at búgva, har hon búði - ei heldur saman við teimum, hon búði saman við, og tí rýmdi hon.

 

Tann, sum úttalar seg, er Jamie Garret, sum tá starvaðist hjá løgregluni í NewsNation. 

 

- Í dag er kvinnan vaksin og hevur egna familju, leggur hann aftrat.

 

Sambært NBC segði kvinnan, tá løgreglan setti seg í samband við hana, at hon ynskti ikki at vera funnin.

 

Tá Christina Marie Plante hvarv í 1994, varð lovað, at tann, sum kom við upplýsingum um, hvar gentan var, skuldi fáa 10.000 dollarar. 

 

Hon varð eftirlýst bæði í Arisona og í øllum USA, og hon varð løgd inn á dátuskipanir sum horvið barn.

 

Og nú, hon er funnin - 32 ár seinni - ynskti hon sambært keldum ikki at vera funnin aftur.

 

Lesið eisini -

 

Funnin á lívi eftir 32 árum - https://www.in.fo/news-detail/funnin-a-livi-eftir-32-arum