Saknar kapping fyri unglingar

Lotte Sørensen heldur tað vera ein trupulleika, at leikararnir í føroysku hondbólti fáa ov lítla tíð at búnast, áðrenn talan verður um hondbólt í vaksnu deildunum

Hondbóltur

Í dag, hósdagin, fer føroyska U-20 landsliðið í kvinnuhondbólti til Hollands, har tær komandi dagarnar skulu dystast móti Hollandi og Ísrael.
Venjari hjá føroysku kvinnunum er Lotte Sørensen, sum nú í nøkur ár hevur verið millum bestu leikararnar í føroysku kappingini. Eisini hevur hon hesa tíðina verið knýtt at landsliðsarbeiðinum hjá Hondbóltssambandinum.

Støðið heldur sær
Tí hevur hon helst eisini fortreytirnar at meta um, hvussu styrkin á hesum liðnum er, sammett við onnur landslið, sum hon hevur vant, men hóast hetta, so ivast hon eitt sindur, tá vit biðja hana samanbera liðini.
- Á fyrsta landsliðnum, sum eg vandi, vóru fleiri av teimum leikarum, sum í dag mynda oddin í føroyskum kvinnuhondbólti, men eg haldi, at liðið, sum nú fer avstað, hevur á leið somu styrki, sjálvt um tað sjálvandi er eitt sindur torført at meta um.
- Til kappingina er tað tó ein vansi, at spjaðingin í aldursbýtinum hjá okkum er somikið stór. Kappingin er fyri árgang 83/84, men á liðnum hjá okkum eru bert tríggjar, sum eru føddar í 83, so kropsliga verður í øllum førum munur á.

Menningin steðgar
Hóast hendan munin, so gleðist venjarin tó um, at tað tykist, sum um leikararnir eru farnir fram tekniskt, men hon dylir tó ikki fyri, at hon kundi ynskt, at meira varð gjørt við hendan partin.
- Eg vildi í øllum førum ynskt, at vit høvdu eina unglinga- ella U-21 kapping her heima. Tað vísir seg alt ov ofta, at menningin hjá einstøku leikarunum at kalla steðgar, tá tær koma í vaksnu røðirnar. Tá verður ov lítil tíð sett av til hendan partin av venjingini, og hóast tær gerast betri fyri kropsliga, so kundu menningin verið nógv størri, um tær fingu betri tíð at búnast, áðrenn tær verða tiknar upp í fyrstu deild, heldur altso venjarin hjá kvinnulandsliðnum.
Sjálv hevur Lotte tó einki boð uppá, hvussu ein slík kapping skuldi verið skipað. Eftir at unglingakappingin datt niðurfyri, varð á seinasta aðalfundi hjá HSF tosað um at gera eina U-21 kapping, men enn er so einki hent í so máta.
Tað vildi helst eisini skapt ein trupulleika hjá teimum liðum, sum í stóran mun dúva upp á ungar leikarar, men í øllum førum tykist talan vera um ein spennandi spurning, sum uttan iva fer at fáa nakað av umrøðu á komandi aðalfundi hjá HSF.