Seinnapartin í fríggjadagin kom Saksaberg á Kollafjørð við stívliga 600 tonsum av makreli. Teir sluppu framat at landa fyrrapartin leygardagin. Longu í morgun – mánamorgunin - lá Finnur Fríði eisini í Kollafirði.
Sambært heimasíðuni hjá Jóanisi Nielsen hevur Saksaberg pumpað veiðina frá Finni Fríða, sum partrolar saman við Vesturvón. Saksaberg hevur landað fleiri lastir, sum teir hava pumpað frá Finni Fríða og Vesturvón, til móttøkuskipið, Lafayette.
Skiparin á Saksabergi, Virgar Fagraklett, sigur við heimasíðuna hjá Jóanisi Nielsen, at makrelurin, sum teir hava fingið í seinastuni, er bæði størri og betri, enn hann hevur verið. Støddin hevur nevniliga ligið um 400 gram.
Virgar Fagraklett leggur aftrat, at makrelurin ferðast eystur yvir í løtuni, og at tað er makrelur, sum hevur verið í íslendskum sjógvi, sum teir hava fingið.
Heimasíðan hjá Jóanisi Nielsen veit eisini at siga, at í fjør fiskaðu føroysku makrelskipini til 22. september. Tá ruskaði hann veðrið, og sjógvurin gjørdist kaldari. Fiskurin fór tá suður í ES-sjógv.