21. mars verður Sálarfrøðiligur Fakfestivalur í Norðurlandahúsinum, og eins og undanfarnu árini er høvuðsendamálið at menna sálarfrøðiliga vitan, innlit og førleika í Føroyum.
Í ár hevur fakfestialvurin ein nýggjan ham, við tað at hann er skipaður í fýra ymiskar breytir, sum luttakarar kunnu velja seg á.
Yvirskipaða evnið er Broyting – møguleikar og avbjóðingar og tær fýra ymisku breytirnar eru:
1) Organisatiónsbreytin: Hvussu útinnur tú broytingarleiðslu, ið eydnast?
2) Breytin Børn & Ung: Hvussu skapa vit menning og trivnað, og hvørja hjálp tørvar okkum fyri at lyfta hesa uppgávu?
3) Kliniska Breytin: Hvat er lívið og sálin í terapeutiskari broyting?
4) Breytin Persónlig Menning: Hvat merkir menning fyri tann einstaka – fyri teg?
Umframt sálarfrøðingarnar fer Svend Brinkmann, professari í sálarfrøði við Aalborg Universitet, at hava ein fyrilestur undir heitinum: At hava tað trupult er ikki nøkur sjúka
Festivalurin er ætlaður privatpersónum, ið ynskja persónliga menning; fakbólkum, ið hava gagn av sálarfrøði í sambandi við teirra arbeiði – eitt nú námsfrøðingar, lærarar, løgreglufólk, sosialráðgevar, sjúkrarøktarfrøðingar og læknar; og 3) leiðarum og fólki við starvsfólkaábyrgd innan tað almenna og innan privatu vinnuna.
Festivalurin er samskipaður og hildin av sálarfrøðingum, sum hava tilknýti til Føroyar - herundir føroyingar, sum virka uttanlands, og útlendingar, sum virka í Føroyum.
Í stýrisbólkinum, ið samskipar festivalin, sita umframt Rannvá Sloan Jørgensen, sum er forkvinna, sálarfrøðingarnir Jan Willemoes, Arndis Simonsen, Suni Poulsen og Súsanna O. Skaale.