Sálin í nunnu­kleystri­num liv­ir víð­ari nú tað er við­gerðar­heim

Viðgerðarheimið Heilbrigdi er flutt í Kerit, fyrrverandi nunnukleystur í Havn

Annika Holm leiðari, fegnast um nýggju karmarnir, sum gera umstøðurnar hjá starvsfólki og sjúklingum munandi betri.

 

- Tað er sorgblítt at fara av Velbastað, men spenningurin um tað nýggja vinnur.

 

Tá tað frættist at Kerit skuldi seljast, fóru tey í Heilbrigdinum at hyggja eftir bygninginum. Annika Holm hevði ongantíð vitjað Kerit áður, og var eitt sindur ivasom, men tað broyttist skjótt.

 

Sí fleiri myndir her: in.fo - fyrst og fremst 

 

- Tá vit komu inn her, vistu vit beinanvegin at hetta var tað rætta. Tað allar besta er at tá nunnurnar hoyrdu at vit vóru áhugað, blivu tær ógvuliga glaðar, tí tær vildu at hetta skuldi brúkast til okkurt gott endamál, tær kláraðu ikki tankan um at tað skuldi brúkast til Airbnb, hotell ella tílíkt.

 

Navnið Kerit er varðveitt, og fyrrverandi kleystri líkist sær sjálvum, størsta broytingin sum er at øll kømrini hava fingið egið ves og brúsu.

 

- Vit hava gjørt eitt sindur av umbygging. Hava pussað upp, og gjørt klárt til tað virksemið sum er her, men vit hava klára at varðveitt sálina sum er í húsinum. Tann andi sum var í húsinum, er her enn. Vit leggja stóran dent á at tað skal vera so heimlig sum gjørligt, so at tað ikki blívur ein stovnur.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##