Eftir 45 ár í frisørbransjuni hevur Tóta Sørensen nú tikið avgerð um at leiga hølini til Paulu Mc Gavin á Argjum, sum hevur yvirtikið driftina av salongini M. Heinasonargøtu. Tóta fer tó framvegis at arbeiða á salongini.
Poula Mc Gavin er 25 ára gomul. Hon lærdi til frisør hjá "Kvilt Hárfríðkan" á Áarvegnum og arbeiddi síðan sum sjálvstøðug hjá "SaxO´føn" í J. Paturssonargøtu.
Tóta Sørensen eigur framvegis bygningin, har frisørsalongin hevur hildið til síðan 1987.
Tóta lærdi til frisør hjá Juttu Andreasen á "Glade Hjørn" frá 1960-64. Síðan arbeiddi hon sum frisør í Danmark í fimm ár. Tá hon kom heim aftur í 1969, fekk hon sær egna frisørsalong í J. C. Svabosgøtu í Havn. Har var hon til 1977, tá hon flutti inn í Vogue-bygningin í M. Heinasonargøtu. Í 1987 flutti hon inn í egnan bygning við nýggjari salong í somu gøtu.
Tóta hevur gingið á odda í arbeiðinum at menna hárfríðkanarfakið í Føroyum og var við til at stovna Hárfríðkanarfelagið, har hon hevur verið í nevndini og var formaður í nógv ár.