Grindatiltak
Tað var ein vakur leygarmorgun, tá ið umboðini fyri Heimsráð Veiðimanna (WCW), sum hildu ráðstevnu í Havn hósdagin og fríggjadagin og sjálvan ársfundin sunnudagin, fóru um Leirvíksfjørð við Dúgvuni. Høvdu teir fyrru dagarnir í Havn verið heldur illfýsnir og vátir, so var hesin morgunin tann besti, ið hugsast kundi; spegilsklárt og sól. Klaksvíkin er vøkur, og landslagið uttanum við Kunoynni í baksýni er hugtakandi ? eisini fyri okkum, sum ikki á hvørjum degi eru um hesar leiðir.
Síðan WCW-ráðstevnan byrjaði í Havn síðsta hósdag, høvdu fremmandu gestirnir glett seg til júst hendan dagin, tí nú sluppu tey at síggja eftirgjørdan grindarakstur við gomlum grindabáti, dráp, merking og uppskering av hvali. Somuleiðis skuldu tey sleppa at síggja tey amboð, ið nýtt hava verið, umframt teir batar, sum eru farnir fram á hesum øki.
Vit fóru av Leirvík klokkan 11 og komin norður, vóru klaksvíkingar, bæði eldri og yngri, longu til reiðar at taka ímóti okkum á vestaru bryggju.
Komin vestur um vánna í bussinum hjá Andreasi Poulsen í Syðrugøtu, fingu vit boð um at ganga aftaná Biskupstøbátinum, ið er ein av teimum gomlu grindabátunum í Klaksvík. Hesin stóð mannaður á einum vogni, sum bilur sleipaði eftir sær. Uppi í mastrini hekk kíkur, sum boðaði frá, at teir høvdu funnið grindina. Við árarnar sótu fýra mans í morreyðari troyggju, og maður stóð frammi í toftirúminum og kastaði grót fyri at ræða grindina, so hon gjørdi landgongd. Hetta var ikki leysakast, tí maðurin hevði enda á steininum, sum hann kastaði og dróg til sín aftur. Onkuntíð bankaði hann steinin niður í stokkin á bátinum, so gangur stóðst av. Teir, sum sótu við árarnar, bankaðu eisini áraskeytan niður í borðskeytan av og á ? allir í senn, og tað var rættiliga hugtakandi og festligt at síggja, hvussu væl hesir menn livdu við í tí, teir gjørdu.
Í grindabátinum sótu eisini tveir smádreingir og eygleiddu teir ?gomlu? og grindina. Hesir skuldu lærast upp til rættar grindamenn, so teir kundu føra ?traditiónina? víðari, tá ið teir gomlu ikki orka meira?
Soleiðis gekk raksturin, til teir tríggir hvalirnir, sum skerast skuldu upp hendan dagin, høvdu lagt beinini longur úti á bryggjuni!
Leikurin var so livandi og náttúrligur, at tað hevði ongan týdning, at hvalirnir høvdu ligið frystir í langa tíð.
Nógv fólk var komið saman rundan um hvalirnar á bryggjuni, men væl var lagt til rættis, og gott pláss var hjá øllum, sum vildu fylgja gongdini. Tað hevði eydnast Grindamannafelagnum at fáa góð hjálparfólk úr Klaksvík, sum við lív og sál vildu vísa útlendsku gestunum í øllum smálutum, hvat gongur fyri seg, tá ið grind leggur beinini.
Landsdjóralæknin, Justinus Olsen og Dorethe Bloch, sum man vita alt, ið er vert at vita um grindahval, vóru ófør at siga frá.
Justinus greiddi fyrst frá sóknaronglinum - tí gamla, sum høgdur verður í hvalin og tí nýggja, sum krøktur verður í blástrið. Hann vísti gestunum, hvussu hesir báðir verða nýttir og segði, at hvalurin pínist ikki, tá ið ongulin við tí runda endanum verður krøktur í blástrið. Stingur onkur hvalur av eftir, at hann er krøktur, hevur hann ikki fingið mein av nýggja sóknaronglinum.
Landsdjóralæknin vísti nágreiniliga, hvussu hvalur verður skorin á háls við vanliga grindaknívinum. Síðan tók hann ?harpunina? ella mønuknívin fram, sum gjørdur er til avlíving av hvali og vísti, hvussu hesin verður nýttur. Í staðin fyri at skera niður ígjøgnum spikið og tvøstið við grindakvívinum og síðan geva hvalinum mønusting, verður hesin knívurin stungin niður ígjøgnum spikið og tvøstið og beinleiðis niður mønina. Hetta tekur onga tíð, meðan vanligi avlívingarhátturin kann taka tað mesta av einum minutti.
Útlendingarnir vóru hugtiknir av hesum nýggja drápsháttinum, og onkur vildi royna, hvussu mønukvívurin var at trýsta niður í mønina.
Tá ið hvalirnir vóru avlívaðir, og Jústines var liðugur at greiða frá sjálvum drápsháttinum, lupu nakrir mans fram og settu hol á búkin, so hitin kundi fara úr innvølinum. Er hiti leingi í gørnunum, tí hol ikki er sett á, kann ringur smakkur seta seg í tvøstið, og tað er ikki matligt. Hvalur hevur jú heitt blóð, og tí er umráðandi, at hann sleppur at kólna, tá ið hann er deyður.
Dorethe Bloch greiddi eisini ítøkiliga frá teirri vitan, sum føroyingar hava um hvalin. Tá ið hon var liðug at tosa, heitti hon á fólk um at spyrja, um tey høvdu eitthvørt at spyrja um.
- Spyrjið bara, tí vit vita næstan alt um hval, segði hon læandi og sannførandi.
Á bryggjuni vórðu hvalirnir drignir eitt vet longur niðan, so gestirnir sóu, hvussu tað gongur fyri seg við fleiri monnum á endanum, sum við sóknarongli er festur í hvalin.
Hvalirnir vórðu nú máldir og merktir, og løgreglan var á staðnum og tók sær av býtinum.
Tá ið teir tríggir hvalirnir vóru býttir, var klárt at skera upp, og eisini her fóru menn ágrýtnir til verka.
Fyrst varð spikið skorið omanav og lagt oman á plastik, sum teir høvdu lagt við síðuna av hvalunum, síðan tvøstið.
Japanesarar sluppu eisini at vísa føroyingum, hvussu teir gera, tá ið teir skera upp.
Samanumtikið var hetta ein ógvuliga áhugaverd løta í Klaksvík, og eingin ivi er um, at útlendsku WCW-fólkini fingu ein hóp burtur úr.
Tiltakið var so mikið væl eydnað, at spurningurin er, um føroyskir skúlaflokkar ikki áttu at sloppið at upplivað eitt slíkt eftirgjørt grindadráp og eina slíka kunning um grindarakstur, dráp, grindabýti og uppskering.
Til stuttleikar kann nevnast, at hóast abbi mín, Oluf Jacobsen, var grindaformaður í Suðurstreymoy í nógv ár, havi eg ongantíð verið nærri og liva meira við í einum grindadrápi enn hesaferð.
So, okkurt hevði eitt slíkt tiltak sagt teimum, kanska serliga teimum ungu, sum bara hava sæð grind og spik á køksborðinum!