Sama søgu á longu teinunum

Hóast tríggir bátar hava vunnið allar róðrarnar, so er tað framvegis spenningur um FM heitini

Riddarin við monnum, Argjabáturin og Klaksvíkingur. Felags fyri hesar tríggjar er, at teir hava vunnið allar tríggjar róðrarnar, sum teir higartil hava luttikið í, og at tað bara er í teirra kappingum, at tað hevur verið kappast á longu róðrarteinunum.
Kappróðrarárið er um at vera hálv­runnið, og hóast hesir tríggir bátar­nir mugu roknast at vera stór­favorittar at vinna FM, so er tað fram­vegis møguleiki fyri kapp­ing um hesi trý FM heitini. Um tann spenningurin skal verða varð­veittur, so er neyðugt, at onkur annar enn Riddarin, Argja­báturin og Klaksvíkingur verða fyrstir á mál, tá ið fjórði FM róðurin nú leygardagin verður á Varma­keldu­stevnu í Fuglafirði.
At tað framvegis er spenningur í, hóast hesir tríggir hava vunnið hvørja ferð, kemst av, at tað í teimum trimum kappingunum, sum hesir eru partar av – 6-mannaførini við monnum, 8-mannaførini og 10-mannaførini – hevur lagað seg soleiðis, at tað hvørja ferð hava verið somu bátar, ið hava verið næstfyrstir.
Í kappingini millum 6-manna­førini við monnum hevur Lómur av Argjum hvørja ferð ver­ið næstur eftir Riddaran úr Mið­vági, í kappingini millum 8-manna­førini hevur Ørvur hjá Havnar Róðrarfelag hvørja ferð verið næstur Argjabátinum, og í kapp­ingini mill­um 10-mannaførini hevur Vest­menn­ingur allar tríggjar ferðirnar verið næstur Klaksvíkingi.

Tað leingist
Á Jóansøku varð tað ikki mett ráðiligt, at 10-mannaførini kapp­aðust á 2000 metra málinum. Ættin lá inn eftir fjørðinum, og tað bar við sær, at talan var um havaldu úti á 2000 metra málinum, og harvið varð tað mett vandamikið.
Tí var róðrarteinurin hjá 10-manna­førunum tann sami, sum hann var á Norðoyastevnu. Hann skuldi ann­ars havt verið tann sami, sum hann var á Sundalagsstevnu.
At tað í dýrdarveðrinum á Norð­oyastevnu var eitt evarska lítið lot ímóti, meðan tað á Jóansøku var nógvur undanvindur sást aftur í tíðunum. Vinnaratíðin í Klaksvík var 6.52.17, og leygardagin var hon 6.32.03. Gamaní er venjingarstøðan betri nú, enn hon var fyri trimum vikum síðani, men sjálvsagt hevur ættin eisini stóran týdning.
Á Norðoyastevnu var eingin munur á Klaksvíkingi og Vest­menn­ingi. Á 2000 metra teininum í Hósvík var munurin trý sekund, og hesa ferð var munurin fýra sekund.
Vestmenningur leyp avstað, men tað var skjótt, at Klaksvíkingur legði seg upp á síðuna av honum og legði stavnin framum. Á fyrstu 500 metrunum bjóðaðu vestmenningar fleiri ferðir av aftur, men so tók at dragna, og tá ið Klaksvíkingur hevði vunnið eina bátslongd, megnaðu treisku vestmenningarnir ikki at svara aftur.

Tað styttist
Meðan tølini benda á, at tað verð­ur torført hjá Vestmenningi, so siga tølini, at tað gerst alt meiri spenn­andi í kappingini millum 8-manna­førini:
Á Norðoyastevnu var munurin frá Argjabátinum og aftur til Ørv trý sekund. Á Sundalagsstevnu var hann eitt stórt sekund, og hesa ferð var han nett eitt sekund. So fæst at síggja í Fuglafirði, um møguleiki er fyri FM spenningi.
Hesa ferð var tað sera tætt og spennandi allan vegin, og við­hvørt var Ørvur fremstur. Men í enda­spurtinum vóru argjamenn eitt vet drúgvari.
Miðvingar rógva í nýggjum báti í ár. Á Norðoyastevnu var Miðvingur aftast. Á Sundalagsstevnu vunnu miðvingar á Kvívíkingi, og hesa ferð vunnu teir eisini á Nevinum Reyða.

Stórur munur
Í kappingini millum 6-mannaførini við monnum hevur Riddarin úr Miðvági hvørja ferð vunnið á Lómi av Argjum. Soleiðis var eisini hesa ferð, og tað var eingin spenningur um fremsta plássið. Riddarin sprakk avstað, eftir 200 metrar var hann leysur av hinum, og hann varð ongan­tíð hóttur.
Á Norðoyastevnu var munurin aftur til Lóm knappliga trý sekund, á Sundalagsstevnu var hann átta sekund, og tað var hann eisini hesa ferð.
Talan var eitt sindur um sigur í heimasjógvi, tí tríggar av rógv­arunum umborð á Riddaranum eru suðuroyingar, sum áður hava umboðað Suðuroy í hesi kapp­ingini.