Sámal Ravnsfjall í prestagarðinum

- Ætlanin er at hava tiltakið uttandura, og matur verður eisini at fáa, siga tey á Eiði.

Leygardagin hin 10. juni klokkan 14 verður hugnaløta í Eiðis prestagarði.

 

Her fer Sámal Ravnsfjall at syngja egin løg - og sangir hjá Johnny Cash.

 

- Matur og drekka verða eisini at fáa, og ætlanin er at hava tiltakið uttandura.

 

Tað siga tey í Eiðis kommunu í dag, har tey leggja aftrat, at øll eru hjartaliga vælkomin.