Samanberingarnar í frágreiðingini hjá arbeiðsbólkinum, sum hevði útveiting hjá Strandfaraskipum Landsins um hendi eru ov grunnar, skrivar Føroya Arbeiðsgevarafelag í tíðindabrævi.
Tað var 22. juni, at ein arbeiðsbólkur undir Vinnumálaráðnum handaði landsstýrismanninum sína frágreiðing um útveitan av almennum tænastum.
Arbeiðsbólkurin segði millum annað, at tær útveitingarnar, sum eru framdar innan samferðslu í Føroyum, til dømis Bygdaleiðir og Mykinesleiðin, vísa ein stóran útreiðsluvøkstur síðani farleiðirnar eru útveittar. Tì verður ikki mælt til at halda á eftir hesum leisti.
Føroya Arbeiðsgevarafelag metir tó ikki, at haldgóðar samanberingar hava verið brúktar í frágreiðingini.
Niels Winther, ráðgevi á Vinnuhúsinum, greiddi soleiðis frá sjónarmiðunum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag í Rás 2.
Trýst á pílin undir myndini fyri at lurta eftir samrøðuni.