Samandráttur

Kristin Michelsen

Góðu borgarar, sum tit øll vita er valskeiðið útrunnið við árslok, og væl til bý og bygdarráð verður komandi týsdag. So er tað upp til tykkum veljarar, hvønn ella hvørjar persónar tit vilja hava at manna býráðið komandi fýra árini. Nógv gomul og nógv nýggj andlit bjóða seg fram, so tað eru nógv valevnir at velja ímillum.

Skuldin hjá
Tvøroyrar býráð
Sum tit øll vita, so hevur skuldin hjá Tvøroyrar býráð verið metstór. Upplýsast kann at við árslok í ár verður samlaða skuldin umleið 75. mill. krónur, hartil er at siga, at tá skuldin var uppá mesta, var hon 170. mill. krónur. Sitandi býráð hevur goldið góðar 50. mill. krónur í rentum og avdrøgum hesi fýra árini, og heldur komandi býráð somu kós við afturgjalding av lánum sum undanfarna býráð, verður skuldin bert ein góð hálv álikning um fýra ár. Upplýsast kann eisini, at likviteturin hjá Tvøroyrar býráð er góður, og rættiliga stabilur, inntøkurnar halda stand, og metingin frá Toll og Skatt fyri 2005 er eitt vet upp-eftir. Men tað krevur góða fíggjarstýring, tí Tvøroyrar býráð má ikki koma aftur í tað støðu, at bunkin av ógoldnum rokningum var størri enn bunkin av gold-num rokningum.

Hvat er gjørt
hesi fýra árini
Fyri at taka saman um tað, ið er gjørt hesi fýra árini, kann eg nevna nøkur mál, sum eru framd í verki, hóast at góðar 50. mill. krónur eisini eru goldnar í rentum og avdrøgum hesa tíðina.

Nýggjur brunabilur er keyptur.
Økið til Delta og rundan um gjørt byggibúgvið.
Økið til Landingarmiðstøðina og rundan um gjørt byggibúgvið.
Økið við Uttara handil er við at verða liðugt.
Keypt Tangatrøðina.
Keypt part av Heiðatrøðini.
Kirkjugarðurin útbygdur.
Verkfrøðingur settur í starv.
Vatnmeistari settur í starv.
Vatnveiting løgd til Froðbiar, og nýggjur brunnur.
Vatnveiting løgd av Rananum og vestur til Sterling.
Vatnrør keypt til liðugt gerð av vatnveiting til uppsamlingsbrunn vesturi við Rangabotnsvegin.
Útibarnagarður settur á stovn.
Skúlabarnakoyring sett á stovn.
Keypt fyribils eldrasambýlið.
Vegur asfalteraður í Øravík.
Vegur asfalteraður í Froðba.
Keikantur gjørdur við gomlu kei á Drelnesi.
Økið við innara bátahylin.
Økið rundan bedingina, liðugt innan árslok í ár.
Hvítnesbrúgvin umvald.
Skift tak og klæding á ítróttarhøll og skúlum.
Keypt økið til víðkan av ídnaðarøkinum á Drelnesi.

Barnaansingin
Øll, ið vilja hava barn sítt ansa á Tvøroyri, tað veri seg vøggustova, barna-garður, útibarnagarður, dagrøkt ella frítíðarskúli, kunnu næstan ynskja hvar tey vilja hava barn sítt, so annað kann ikki sigast um barnagarðsøkið á Tvøroyri, enn at tað er væl útbygt, men tað er eisini tí, at tað er beinleiðis ein kommunal uppgáva. Hesi fýra árini vit hava stýrt, er barnafrádrátt-urin farin frá kr. 2.000,00 uppá kr. 4.500,00, ein tann hægsti barnafrádráttur í teimum sonevndu størri plássunum, hettar er fyri at fjálga um barnafamiliunar. Somuleiðis hevur Tvøroyr-ar býráð haft grundøkjir til sølu fyri rættiliga sámu-ligan prís, fyri at fáa tey ungu aftur til býin, at festa búgv.

Eldraøkið
Eldraøkið er als ikki so væl útbygt sum barnaøkið. Orsøkin til tað er, at eldraøkið er beinleiðis ein landsuppgáva burtur av. Hartil er at siga, at Tvøroyrar býráð ikki hevur slept teimum gomlu uppá fjall. Tann dagin, um tað so verður tá landsmyndugleikarnir leggja eldraøkið út til kommununar at umsita, tá verður eldraøkið raðfest frammaliga hjá býráðnum. Upplýsast kann, at Tvør-oyrar býráð hevur skitsu-projekt til byggjan av sam-býli, somuleiðis verður ar-beitt við ætlanum um at byggja røktarheim, ella útbyggja verandi røktarheim, um so verður at eldraøkið verður lagt út.
Í heyst keypti Tvøroyrar býráð eini sethús uppá umleið 400 fermetar, sum er ein fyribils loysn til eitt sambýli, við tí fyri eyga at selja húsini aftur.
Ávísir trupulleikar hava verið ímillum pensionistafelagið og býráðið, hesir trupulleikar eru loystir í sátt og semju.
Tvøroyrar býráð saman við Onnu Djurhuus hava tikið stig til at seta á stovn dagtilhald á Tvøroyri, og hevur hettar fingið stóra undirtøku, tøkk til Onnu Djurhuus fyri tað.

Hvørjar størri atlanir hevur Tvøroyrar býráð
Tvøroyri hevur altíð haft førandi fólk innan vinnu, mentan og ítrótt, bæði í góðum og í ringum tíðum, stuðlaði av Tvøroyrar býráð, sum rætt er eftir míni meting, uttan hesi fólk var Tvøroyri fátækt innan hesi økjir, og eiga tit stóra tøkk fyri hettar.
Nøkur mál, ið samgong-an ella býráðið arbeiðir við, kann eg nevna, tó vil eg leggja afturat, at summi mál eru komin longur enn onnur. Alt ber tó ikki ávøkst beinanvegin, men verður onki gjørt, so grør heldur onki.
Umboð fyri býráðið hava verið í Ruslandi, og í tí sambandið verður arbeitt við at gera fríhavn/umskip-ingarhavn umframt at seta oljutangar til russiskan flotan á Drelnesi, men nógvir eru um boðið. Tórshavnar býráð hevur verið frammi í fjørmiðlunum nú í eina tíð um, at alt skal gerast á Sundi, eftir ynski frá russ-um og nýggja felagnum hjá Árna Dam og øðrum, hettar avsannar Árni Dam blankt, og sigur, at russar koma heim seinni í hesum mána, og hava tær kommunur, ið hava áhuga, sama møgu-leika.
Somuleiðis hava umboð fyri Tvøroyrar býráð verið á ferðavinnumessu í Flo-rida í summar, fyri at fáa ferðamannaskip at vitja okkara vøkru bygd og vøkru oyggj, sum vit meta er eins vøkur sum bæði Vestmannabjørgini og Kirkjubøur. Vit hava gott fólk sum arbeiðir við hesum máli, men tað tekur tíð.
Gera bátahyl eystanfyri nýggju samferðsluhavnina, sambært viðløgd mynd. Ætlanin við hesum bátahyli er, at teir bátarnir vit kalla "lystfiskabátar", skulu flyta í tann nýggja bátahylin. So verða karmarnir betur hjá teimum monnunum, ið dríva vinnuligan útróður í hinum báðum bátahyljun-um, her verður tonkt uppá atløgupláss.
Umsókn er komin frá Deltamonnunum saman við øðrum, at byggja høvda-virki, og vil eg vegna Tvøroyrar býráð ynskja teimum vælkomnum við hesari ætlan, ið gevur fleiri arbeiðs-pláss.
Arbeitt verður við at gera keikant undir nýggja bygn-inginum hjá Landingar-miðstøðina.
Samráðingar eru ímillum Landsverk og Tvøroyrar býráð um at fáa grótið, ið kemur úr komandi berg-holið ímillum Øravík og Hov, og hevur Tvøroyrar býráð fingið játtan uppá ein part av grótinum, meðan restin verður samráðst um, og hevur Tvøroyrar býráð fleiri ætlanir, hvat grótið skal brúkast til, millum annað at fylla økið ímillum nýggju samferðsulhavnina og Drelnes út.

Svimjihylur og fótbóltsvøllur
Eitt av valevnunum hjá sambandsflokkinum førdi fram í einari grein, um eina ætlan, ið ávísir býráðslimur høvdu við at byggja svimjihyl og fótbóltsvøll, og meinti greinskrivarin, at hettar var bara søgur ella nærum ørðskapur. Nú veit eg ikki, hvat ávísir býráðslimur hava sagt umhettar málið, men eg kann siga somikið til greinskrivarin og tit sum vara av ítróttinum á Tvøroyri, at hettar er ikki bara søgur, hetta er ein ætlan sum kann gerast verðuleiki einaferð í komandi valskeiðið, skitsupro-jekt er gjørt av hesari ætlan. Vilja býráðið og ítróttar-feløg her á plássinum taka lógvatøk saman, so verður hendan ætlan sum sagt veruleiki einaferð í komandi valskeiðið.

Miðbýur og mentunarhús
Tvøroyrar býráð hevur kannað hvussi ein framtíðar miðbýur skal síggja út á Tvøroyri, hettar verður ikki í næstu ár, men tíggju til tjúgu ár fram í tíðina, og arbeiðir fólk við hesari ætlan.
Somuleiðis arbeiðir A/S T. F. Thomsen v/ Onnu Kirstin og Thomsas Thomsen við einari ætlan um at gera ungdóms og mentun-arhús. Fundur hevur verið ímillum fólk frá býráðnum og tey hjá Thomsen, vónandi kann hettar gerast veruleiki um nøkur ár.

Seyður úr býnum
Eitt av hjartamálunum hjá mær, tá eg varð valdur í býráðið, var, at býurin skuldi verða fríur fyri seyð, men her má eg ásanna, at hettar hevur ikki eyðnast. Men eg kann upplýsa tykkum, at hendan ætlan er komin somikið langt uppundir land, at til komandi heyst, tað vil siga á heystið 2005, tá kemur ongin seyður aftur í býin, væl at merkja um sitandi meirilutið verður valdur aftur. Peningur er avsettur á fíggjarætlani fyri 2005.
At enda vil eg takka mínum samstarvsfeløgum, bæði í samgongu og andstøðu fyri ógvuliga gott samstarv. Sjáldan hava brotasjógvarnir verði størri enn, at vit hava lagt teir í sátt og semju. Somuleiðis vil eg takka umsitingini, og øllum, ið arbeiða hjá Tvøroyrar býráð fyri gott samstarv, umframt øllum borgarum í sóknini.
Velji fólk, ið hava dirvið og áræðið, ið kunnu taka avgerðir bæði í ódn og í logn.
Gott val.