Samanlegging kann gera umsitingina dýrari

Heimasíðan http://www.kommunan.fo vísir lyklatøl hjá kommununum frá Gjaldstovuni, bæði grafiskt og í talvu, so til ber at samanbera kommunurnar.

 

Orsøkin til hesa heimasíðuna er, at kjakið um kommunusamanlegging nú aftur er tikið upp. Høvuðsargumentið fyri samanlegging er, at dupultfunktiónir hvørva, og at tað tí skuldi borið til at spart pengar, serliga í umsitingini. Men grafurin vísir greitt, at útreiðslurnar til umsiting fyri hvønn borgara ikki hanga saman við støddini á kommununi.

 

Um Suðuroyggin varð løgd saman og gjørdist umleið somu stødd sum Klaksvík, so hevði tað fyri okkum í Hvalba í roynd og veru blivið dýrari í umsiting.

 

Far inn og hygg, hvat tín kommuna brúkar.

 

##med2##

 

Vinarliga,

 

Poul Laust Christiansen