SAMARITTAR
Tórshavn: Ì 10. kapitli í Evangelinum eftir Lukas hoyra vit um hin miskunnsama sámáriubúgvan. Hesin miskunnsami, sum røktaði tann hálvdeyða mannin, eigur íblásturin til ein bólk undir Reyða Krossi, sum ógvuliga passandi kalla seg fyri samarittir. Teirra eina endamál er at hjálpa øðrum.
Samarittar eru kendir úr okkara grannalondum og í fleiri øðrum londum í Evropa, og teir stinga seg javnan upp í størru tiltøkum. Eisini í Føroyum eru fólkini í teimum skyggjandi reyðu jakkunum vorðin fastur táttur til nøkur tiltøk.
Mikukvøld
Dagin fyri var val í Føroyum. Dagarnir hjá nøkrum hava verið drúgvir. Tó eru tey ótroyttilig hjá Reyða Krossi. Tað er nevniliga mikukvøld, at tey hittast til ein fund. Ein fundur er kanska ikki rætta orðið, tí tey meira hittast enn fundast. Tað er ymiskt, hvat tey taka sær til hesi kvøldini. Tey vitja kanska á alnetinum, tosa um tiltøk ella kanska hyggja eftir og kunna seg um útbúnaðin, ið tey eiga heilt fitt av.
Tað stendur heldur ikki á at fáa tey at tosa, tí hetta er nakað, ið tey týðuliga hava áhuga fyri og fegin vilja tosa um.
Føroysku samarattarnir eru eini 14, sum eru aktivir. Samalaða limatalið liggum um tjúgu. Aldurin er ymiskur: Frá átjan til nakað omanfyri hálvtrýs. Alt byrjaði við, at ein bólkur var farin á fyrstahjálpara skeið, har teir frættu um samaritarbeiðið. Formaðurin í Reyða Krossi fekk teir oman at vitja, og tað gekk ikki rúm tíð, áðrenn teir játtaðu at vera við. Tað eru tvey ár síðani, at teir fyrstu í Føroyum kundu kalla seg samarittar.
Fyri at vera við og kunna kalla seg fyri samarit, so er neyðugt, at tú entin hevur ella tekur skeið sum fyrstihjálpari. Fyrsta árið í felagsskapinum verður eisini nýtt sum fyrsta hjálpari, har tú fært góðan stuðul frá hinum samarittunum. Munur verður kortini ikki gjørdur á fólki, og eingin er omanfyri nakran annan, men talan er bert um at læra fólk upp.
Eftir hetta eina árið kanst tú lata teg í reyða jakkan sum samarittar. Sjálvbodnu hjálpararnir leggja tó stóran dent allatíðina at gerast betri og at taka fleiri skeið. Umframt vanliga fyrsta hjálpara skeiðið, so er eisini eitt víðkað skeið, skeið í sálarligari fyrstuhjálp og onnur samarittaskeið at taka. Við nýggjum tólum og við fleiri tiltøkum gerst tørvurin á skeiðum eisini størri, men áhugin er til staðar.
Í fjør summar sluppu nakrir av føroysku samarittunum at royna seg sum samarittar á Roskilde Festivalinum, sum nýtir nógvar samarittar.
Hjálpa
Sum samarittur er tú hvørki lækni ella sjúkrasystir, men ein, sum er klárur at hjálpa, tá okkurt er áfat. Fólk, sum eru komin illa fyri til tiltøk, verða hjálp av samarittunum, sum kunnu taka sær av sárum ella øðrum við teirra útgerð. Tey hava fyri ikki so langari tíð síðani fingið nýggja útgerð, sum gevur teimum møguleikan at hjálpa fólkið, ið hava fingið okkurt skeivt fyri í hálsinum. Hetta krevur aftur eitt skeið, men trúgvu samarittarnir slúka hetta sum øll onnur skeið, tey taka.
Samarittar eru vanliga við til størri tiltøk, sum konsertir, festivalar og ítróttarhendingar. Eitt nú hevur FIFA(altjóða fótbóltssambandið) sett sum krav, at samarittar skulu vera til staðar, tá dystir eru á skránni.
Fyri at vera samarittar skalt tú vera fyltur átjan ár.
?Vit eru framvegis á byrjunarstøði, men vit mennast allatíðina, ljóðar tað frá einum av níggju, sum eru komin oman í hølini í Vágsbotni hetta mikukvøldið.
Sum sagt er alt arbeiði sjálvboðið.Vinningurin er fyri tað nógva tað sosiala, men tað byggjar eisini á meira enn bert hetta.
?Tað gevur nakað, tí tú merkir, at tú veruliga hevur møguleikan fyri at hjálpa, sigur ein teirra. Tað er eisini breið semja um, at grundarsteinurin er at veita hjálp.
?Tú verður bitin av tí, tá tú fyrst kemur ígong, sigur ein og øll samtykkja.
Ætlanin er, at virksemið hjá samarittunum skal hvíla í sær sjálvum. Tá tey luttaka við nøkur tiltøk, so taka eina samsýning fyri arbeiðið. Allir pengarnir, ið tey fáa inn, verður nýttur til at keypa útbúnað, og hetta kostar eisini. Tey nevna í hesum sambandi, at tey eisini hava fingið góðan stuðul og møt vælvild frá nøkrum fyritøkum. Føroya Sparikassi og Tryggingarfelagið Føroyar hava stuðlað við keyp av útgerð.
Ætlanin hjá føroysku sámáriubúgvunum er at skipa arbeiðið í fastar avtalur. At skipa tað soleiðis, at tey javnan eru við til tiltøk, og tey vera sett á skránni fast, eisini tí tað skal planleggjast.
Tað besta hevði verið, siga tey, at havt tvey lið, ið so høvdu kunnað skift um at verið úti.
Seinastu tíðina hava tey merkt eina ávísa tilgond, men tey síggja fegin, at fleiri enn koma við, tí tað er pláss fyri nógv fleiri. Einki krav er annað enn tey fyrr nevndu um viljan til at hjálpa og aldur.
Tey, ið hava hug at vera við, kunnu seta seg í samband við Reyða Kross ella Leif Dam á telefonnummar 310149.