Á ferðini hava tey verið í Løgtinginum og kunnað seg um tingskipanina, mannagongdir og um politiska arbeiðið í tinginum. Tey hava eisini havt fund við formansskapin í Løgtinginum. Umframt at vitja í Løgtinginum týsdagin og mikudagin, hevur fylgið vitjað í Listasavninum og hjá SEV í Húsahaga.
Við á ferðini eru Tom Sottinen, alfundarformaður í Sámatinginum, Tor Gunnar Nystad, alfundarnæstformaður og formaður í starvsnevndini, Elisabeth Erke, Piera Heaika Muotka, Vibeke Larsen, sámatingfólk umframt embætisfólk.
Hetta sámatingið hevur heimstað í Karasjok í Norra. Sámating eru eisini í Svøríki og Finnlandi. Til ber at kunna seg um norska Sámatingið á sametinget.no