Samband ella loysing

Hvat vilja føroyingar, samband ella loysing? Tað er tað, sum politiska stríðið stendur um. Vit í Sambandsflokkinum hava ongantíð verið í iva um

- at tað er í ríkisfelagsskapinum, at Føroyar kunnu gerast alt meira sjálvbjargnar.


- at tað er í ríkisfelagsskapinum, vit varðveita og menna vælferðarsamfelagið.


- at tað er í ríkisfelagsskapinum, vit geva komandi ættarliðum fjølbroyttar møguleikar eisini í altjóða høpi.


Landsstýrið og tey sum standa aftanfyri tað, vilja hava loysing frá hinum partinum av ríkinum. Eydnast henda loysingarætlan, so fær hon ikki bara álvarsligar fíggjarligar avleiðingar fyri Føroya fólk, men føroyingar missa eisini grundlógartryggjaði rættindi, sum ikki kunnu metast nóg høgt.


Landsstýrið má frá

Sitandi samgonga bleiv skipað júst til at fremja loysingina. Tí má tað vera soleiðis, at eydnast tað ikki landsstýrinum at fremja sín altavgerandi málsetning, so má landsstýrið fara frá og val útskrivast.

Ein miseydnaður politikkur, má fáa politiskar avleiðingar.


Alternativið

Alternativið til politikkin hjá landsstýrinum er Nýskipanaruppskot Sambandsfloksins.

Føroya fólk vil hava nýskipanir av ríkisviðurskiftunum, og ikki loysing. Tí eigur landsstýrið at leggja frá sær, so at vit kunnu fara undir arbeiði, sum er at fremja fólkaviljan.

Loysingarætlanin hevur kostað alt ov nógv

Vit skulu minnast til, at verandi landsstýri hevur staðið fyri eini politiskari ætlan, sum bæði hevur kostað hópin av milliónum krónum, og hevur sett nærum alt annað til síðis í føroyska samfelagnum í tvey ár. Umframt tað, hevur politikkur samgongunar forpestað viðurskiftini í ríkisfelagsskapinum á flestu økjum.

Slíkt má sjálvandi fáa politiskar avleiðingar beinanvegin. Alternativið er Nýskipanaruppskot Sambandsfloksins, sum er ein nýmótansger ríkisviðurskiftunum samsvarandi fólkaviljanum.

Landsstýrið má tí fara frá, so at aðrar kreftir kunnu fara undir hetta arbeiðið.


7. juni 2000

Edmund Joensen