Samband er millum stríðandi partarnar

Fríggjadagin var fundur millum leiðsluna á Landssjúkrahúsinum og Ljósmøðrafelag Føroya eftir, at ósemja hevur verið millum partarnar seinastu vikurnar.


Kjarnin í ósemjuni eru broytingar í leiðslubygnaðinum á føðideildini, ið leiðslan samtykti fyrr í ár, og sum ljósmøðurnar hava mótmælt upp á tað harðasta.


Alt fyri eitt gjørdu ljósmøðurnar greitt, at nýggi leiðslubygnaðin fór at føra til ótolandi arbeiðsumstøður hjá ljósmøðrunum, og fyrr í dag segði Rannvá Simonsen, næstforkvinna í Ljóðsmøðrafelag Føroya, at 71 prosent av ljósmøðrunum, ið eru í føstum starvi ella virka sum fastir avloysarar, antin eru sjúkrameldaði ella hava sagt seg úr starvi.


Tað at so nógvar ljósmøður hava verið sjúkrameldaðar hevur havt sína ávirkan at tey tilboð, ið eru til barnakonur, men stjórin á Landssjúkrahúsinum lovar, at alt skjótt kemur í rættlag aftur.


- Tað hava verið ov fáar ljósmøður til arbeiðis vegna sjúkrameldingar, og tað hava vit verið noydd at loyst. Vit hava fingið ov fáar vikarar frá danska vikarstovninum, men frá mikudegnum av sær tað betri út. Tá fáa vit væntandi nokk vikarar til at dekka bæði viðtalur, føðingar og annað, sigur Johnny í Grótinum, ið vísir á, at nakrar viðtalur hava verið avlýstar vegna manglandi starvsfólk.


- Tað hevur verið neyðugt at avlýsa nakrar viðtalur síðstu tvær vikurnar, men tað kemur í rættlag nú vit fáa fleiri vikarar.


Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri, upplýsir eisini, at samband er millum stríðandi partarnar, og at leiðslan seinni í vikuni væntandi setir seg í samband við ljósmøðurnar um støðuna á deildini.


- Vit fara melda út hvørjar tillagingar vit eru klár at gera í skipanini, og so mugu ljósmøðurnar, hvør í sínum lagi, gera upp við seg sjálvar, um tær ynskja at arbeiða her ella finna okkurt annað. At blíva við at vera sjúkrameldaður, tað gevur onga meining, sigur Johnny í Grótinum og leggur afturat, at leiðslubygnaðurin møguliga kann broytast.


- Ljósmøðurnar ynsktu at hava ein part av leiðsluni av barsilsøkinum. Tað eru vit sinnað at hyggja upp á, og hava verið í samskifti við sjúkrarøktarfrøðingarnar, ið eisini eru sinnaðar at hyggja at tí. Harumframt verður hugt eftir, um vit kunna veita ljósmøðrunum betri hølisumstøður.