Kanning er í gongd av møguligum sambandi millum álopið í New Orleans og Tesla-spreingingina í Las Vegas.
Tað sigur forsetin í USA, Joe Biden.
Í minsta lagi 15 fólk eru deyð, eftir at ein bilur koyrdi inn í eina mannamúgvu í amerikanska býnum New Orleans mikukvøldið 1. januar.
Ein persónur er eisini deyður og fleiri onnur hava fingið skaða, eftir at ein Tesla Cybertruck sprongdist framman fyri einum hotelli í Las Vegas mikudagin.
Sambært keldum hjá løgregluni vóru tey bæði akførini leigað á somu bilútleiguapp. Tað upplýsir amerikanski miðilin ABC News.
Miðilin hevur tosað við fleiri ónevndar keldur í løgregluni.
Keldurnar siga, at bæði akførini vóru leigað á appini Turo. Bilurin, sum varð brúktur í New Orleans, var ein Ford F-150 - ein pick-up.
Ongar almennar keldur hava sagt nakað um, hvørt samband er millum hendingarnar í New Orleans og Las Vegas.