Kristina Háfoss, Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi
------------
Undir slagorðunum ”Samband við framtíðina” fór Sambandsflokkurin til løgtingsval við lyftinum um, at gera føroyingar enn meira heftar av donskum veitingum við at hækka blokkin við 200 mió. kr. Slagorðini ”Samband við fortíðina” høvdu helst hóskað betur.
Blokkhækking - frá óveruligum vallyfti til samgongutreyt
Hugsaði tá, at hetta var eitt óveruligt átak frá Sambandsflokkinum, ið varð gjørt fyri at tiltala ávísar sambandsveljarar. Eitt átak, ið ongantíð fór at vinna sær politiska undirtøku. Tí allir flokkar søgdu seg vilja hava ein sjálvberandi búskap, og hvør av flokkunum á Løgtingi vildu taka hetta søguliga stóra afturstigið á sjálvbjargnisleið ? Tá løgtingsvalið varð lokið, og núverandi løgmaður sat við samráðingarrættinum at skipa samgongu, broyttist støðan. Sambandsflokkurin slepti nú nærum øllum krøvum og kravdi bert at blokkurin varð hækkaður. Tey, ið tóku undir við hesum, skuldu fáa nærum tað tey ynsktu í samgonguskjalið.
Sjálvbjargniskósin skal steðgast
Orsøkin er, at sjálvbjargniskósin skal steðgast.
Ríkisveitingin er í dag bert 4,6% av okkara føroyska framleiðsluvirði BTÚ. Tá blokkupphæddin síðan 2002 hevur verið føst og búskapur okkara støðugt veksur, vil blokkurin minka sum partur av okkara búskapi og um fá ár gerast minni enn 1% av føroyska búskapinum. Hetta er ein sannroynd og ein gongd, ið fleiri politikarar vilja steðga. Einasti mátin at steðga hesum er at hækka blokkin aftur. Hetta er hetta orsøkin til, at øll orka er løgd í hesa ætlan frá Sambandsfloksins síðu.
Óskiljandi samgongumeirluti fyri søguligum afturstigi
Tað serliga hugvekjandi og syrgiliga er, at ikki bert Sambandsflokkurin, men eisini Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin taka nú undir við, at senda umsókn til donsku stjórnina um at hækka føroysku ríkisveitingina við 33%. Ein hækking á heilar 200 mió. kr. Hetta hendir enntá samsundis sum danska samfelagið hevur størri hall pr. íbúgva enn føroyska samfelagið – og samstundis sum mett verður, at ráð er til skattalættar í Føroyum á 265 mió. kr. serliga til hægru inntøkurnar, og at nýskipanir í okkara fiskivinnu verða steðgaðar. Ein óskiljandi og ómetaliga óvirðilig støða fyri føroyingar.
Vilja hækka blokkin við 33%
Nú løgmaður hevur verið á næsta fundinum saman við donsku stjórnini um blokkhækkingina, fekk føroyska samfelagið greið boð. Tit fáa ikki 200 mió. kr. – men smáar 9 mió. kr. í blokkhækking.
Hóast ikki heilt nøgdur, so gleddist løgmaður um hetta úrslit og boðaði í KVF frá, at henda økta inntøkan á 8-9 mió. kr. hevði bjargað 30-40 størvum. Hetta var ein tann mest undarliga niðurstøðan. Merkir hetta, at løgmaður heldur, at flatskattalættin, ið lækkar skattainntøkur landsins við 265 mió. kr. merkir, at 1031 størv færri verða í føroyska samfelagnum ?
Steðga nú – áðrenn skaðin gerst størri
Løgmaður boðaði eisini frá, at hann framhaldandi fer at arbeiða fyri at fáa donsku stjórnina at játta eina hækking av blokkinum á 200 mió. kr.. Síggi longu nú fyri mær eina langa fundarrøð komandi mánaðarnar, har fremsta leiðslan í Føroyum fer at biðja donsku stjórnina um meira pening. Helst við sama úrsliti hvørja ferð.
Fari tí nú - áðrenn skaðin á okkara trúvirði og sjálvsvirði gerst enn størri – at heita á løgmann um sum skjótast at steðga við hesi royndini, at fáa samband við fortíðina.
Framtíðar loysnirnar finnast í Føroyum
Latið okkum í staðin nýta alla tíð og orku til at seta greið mál fyri framtíðina, og seta ferð á nýskipanir av okkara samfelag – eitt nú okkara fiskivinnu, kommunum, pensjónum, skúlum, fyrisiting og almanna- og heilsuverki.
Tí tað er í Føroyum at framtíðar loysnirnar finnast. Loysnir, ið gera, at vit røkka einum sjálvbjargnum og framkomnum Føroyum, ið ikki eru heftar av donskum veitingum, men heldur kunnu veita grannalondum okkara eina hjálpandi hond um tørvur verður á hesum.