Tað er av stórum týdningi, at føroyingar hava umboð, sum í góðum samstarvi við onnur, arbeiða fyri allar føroyingar. Tey rættindi, sum vit hava í ríkisfelagskapinum í dag, eru ikki ein sjálvfylgja.
Í mong ár hava føroysk og útlendsk lesandi í Danmark havt møguleikan at tjena upp til 71.000 kr. skattafrítt. Men í fjør lækkaði Fólkatingið hesa upphædd munandi. Tíbetur tók umboðið fyri Sambandsflokkin málið upp og fekk broytt tað soleiðis, at allir føroyingar framvegis hava somu rættindi sum áður. Harafturat fáa føroysk lesandi SU á jøvnum føti við donsk lesandi eins og føroysk lesandi í útlondum eisini fáa 5.400 kr. um mánaðin í SU úr Danmark.
Eg vil minna tykkum ungu á, at tær sømdir, sum føroyingar hava í samband við útbúgving niðri og í útlondum, ikki eru nøkur sjálvfylgja, men eru rættindi, sum hava stórt virði fyri tann einstaka og okkara samfelag og sum umboð Sambandfloksins á Fólkatingi vilja varðveita og menna í framtíðini. Tað er eisini av stórum týdningi, at tey ungu hava góð kor at útbúgva seg her heima og at tey flestu, sum hava lisið og arbeitt uttanlanda, koma heimaftur. Tað er ein stór avbjóðing, sum vit eiga at loysa her heima.
At ungdómurin hevur nógvar, góðar og fjølbroyttar møguleikar at útbúgva seg, er við til at menna okkara samfelag og samstarvið á hesum økinum í ríkisfelagsskapurin er ein av mongu fyrimununum, sum vit hava í ríkisfelagsskapinum.
Eg fari at heita á tykkum øll um at fara á val 15. september og lata okkara umboð fáa tína atkvøðu og Sambandsflokkin eitt valskeið afturat á Fólkatingi. Vel Sambandsflokkin.