Sambandsflokkurin størsti flokkur á tingi

Um val var í dag hevði Sambandsflokkurin verið nógv størsti flokkurin á tingi við níggju tingsessum

Veljarakanningin sum Fynd hevur gjørt fyri Kringvarpið vísir, at Sambandsflokkurin hevur verið nógv størsti flokkur á tingi í dag. Sambandsflokkurin fær í kanningini 27,7 prosent, sum er ein framgongd upp á 6,7 prosent. Við seinasta val fekk Sambandsflokkurin 21 prosent og sjey tingfólk. Hevði val verið í dag fekk flokurin níggju tingfólk.


Tjóðveldisflokkurin, sum er størsti andstøðuflokkurin, stendur sambært kanningini so at siga í stað. Við seinasta val fekk flokkurin 23,3 prosent, meðan hann sambært kanningini hevði fingið 23,1 prosent, ella eina afturgongd upp á 0,2 prosentstig – og hann hevði varðveitt síni átta tingfólk, og hevði verið næststørsti flokkurin á tingi.


Fólkaflokkurin hevði verið triðstørsti flokkurin á tingi, um val var nú. Fólkaflokkurin fær sambært kanningini 19,8 prosent av atkvøðunum og varðveitir síni sjey tingfólk. Men talan er um eina afturgongd upp á 0,3 prosentstig.


Teir báðir smáu flokkarnir á tingi, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin ganga báðir aftur í kanningini. Miðflokkurin fer úr 8,4 prosentum til 8,4 prosentum niður í 8,1 og missir ein av sínum trimum tingsessum. Sjálvstýrisflokkurin fær 6,9 prosent ímóti 7,2 við seinasta val og varðveitir sínar báðar tingsessir.


941 fólk vórðu spurd í kanningini.


kelda: www.kringvarp.fo