– Ongar samráðingar hava verið millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Tjóðveldi um felags lista til kommunuvalið á Tvøroyri.
Tað sigur Marjun Olsen, sum varðar av sambandslistanum á Tvøroyri, og sum fyrr hevur umboðað Sambandsflokkin í Tvøroyrar býráð.
Hon sigur eins og Jaspur Vang, at tað er sera trupult at fáa fólk at stilla upp.
– Eg havi so mangan hótt við at gera okkurt annað fyri at fáa fólk at stilla upp, enn at stilla upp á ein um partapolitiskum lista. Nú havi eg so tikið stig til hendan kvinnulistan, har vit seks kvinnur stilla upp, sigur Marjun Olsen.
Hon sigur, at tey als ikki hava tosað saman um felags listan, og at Sambandsflokkurin í øllum førum ikki verður við.
– Tað merkir kortini ikki, at eg svíki Sambandsflokkin, sum eg sjálvandi stuðli til løgtingsval. Men kommunupolitikkur eigur ikki at verða flokspolitiskur, leggur Marjun Olsen dent á.