Sambandsveljarar vilja í samgongu við Javnaðarflokkin

Veljarar Sambandsfloksins eru ikki samdir við tingfólkum floksins um, hvørjum flokkurin skal samstarva við.

Tað vísir verljarakanningin, sum spyr.fo gjørdi fyri Miðlahúsið millum annað.

 

Tí 61 prosent av sambandsveljarum í kanniningi halda, at Sambandsflokkurin skal í samgongu við Javnaðarflokkin. »Bara« 22 prosent halda, at Sambandsflokkurin skal vera í samgongu saman við Fólkaflokkinum.

 

Hinvegin dámar fólkafloksveljarum væl Sambandsflokkin. Hann er av sonnum yndisflokkurin hjá teimum, tí 66 prosent halda, at Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin skulu samstarva. Næsta valið er javnt býtt millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Miðflokkin, 7 prosent.

 

Fyrsta valið til samgonguflokk hjá javnaðarveljarum er Tjoðveldi, tað siga 41 prosent. 28 siga Sambandsflokkurin og 21 prosent siga Framsókn.

 

Sjálvstýrisveljarar vil helst samstarva við Javnaðarflokkin. Tað siga 34 prosent. Næst er Sambandflokkurin við 26 prosentum.

 

Tjóðveldisveljarar dáma nógv best Javnaðarflokkin. 70 vilja samstarva við Javnaðarflokkin. Næsta valið er Framsókn, 21 prosent.

 

Veljarar hjá Framsókn ynskja fyrist og fremst samstarv við Javnaðarflokkin og Tjóðveldi, ávikavist 38 og 34 prosent. Triðja valið hjá teimum er Sambandsflokkurin, 12 prosent.

 

Miðflokkurin ynskir fyrst og fremst samstarv við Fólkaflokkin, 47 prosent. Næsta valið er Sambandsflokkurin, 24 prosent.

 

##med2##