Ósamd um samkynd

Í Tjóðveldi eru tey ikki so samd um rættindini hjá teim­um samkyndu – hó­ast part­ur av flokk­i­num er upp­skots­still­ari til upp­skot­ið um at loyva sam­kynd­um at ganga í borg­ar­ligt hjún­ar­lag.

Karsten Hansen vendi flokk­i­num bakið av sama mál­ið. Tórbjørn Jacobsen hev­­ur fyrr verið rættiliga bondsk­ur um slík mál – ein­a­ferð spurdi hann í stór­ari blað­grein, har hann spei­rak fram­stand­andi tjóð­veld­is­fólk, um homo­seks­u­al­i­tet­ur kann etast.

Á Portalinum í gjár við­merkti hann soleiðis:
– Veldug mál og tek­in um durk­driv­ið sit­u­a­ti­óns­for­nem­ilsi, nú vit í danska heim­astýrinum stríðast við mest høgra­vendu stjórn á okk­ara leið­um, snák­að við tjúkk­ari sambandsmascaru.
Forkvinnan í starvs­nevnd­ini hjá Tjóðveldi, Ól­u­va Klettskarð svaraði við at skjóta eft­ir fjølmiðlinum:

– Ja, so óseriøst kann ein mið­il gera sær eina nið­ur­støðu! Burtur úr tí drúgva ar­beið­i­num og víðskygdu ætl­an­um floksins, dugdi Sos­i­al­ur­in bara at fáa hesa yv­ir­skrift­ina.
Hetta skrivaði hon, hóast vit sum einasti miðil vóru til floks­tingið – og við nógvum øðr­um yvirskriftum á Port­al­i­num.

Men ein onnur kvinna, ið stend­ur Tjóðveldinum nær, Ann­lis Bjarkhamar, sum er sam­kynd, helt tað als ikki vera løgið av okkum at við­gera støðuna hjá ein­um minn­i­luta. Hon helt tað vera eina mót­søgn at siga, at øllum verð­ur tryggj­að somu rætt­indi og so útseta at taka støðu til at dagføra hjún­a­bands­lóg­ina.

– Tí skulu øll verða tryggj­að somu rættindi, so er tað ein sjálv­fylgja at øll verða javn­sett í hjún­ar­bands­lóg­ini. Um tað fyrsta er gald­­andi, so er tað næsta longu av­greitt og floks­ins støða greið.

– Men lat okkum nú síggja hvussu leikur fer, og eg dugi nú ikki at síggja, at ein mið­il er óserisøsur at við­gera støðuna hjá einum minn­i­luta. Í míni verð er tað ein stórur trup­ul­leiki, at sam­kynd eru ann­an­floks borg­ar­ar í sínum egna landi. Fyri ein flokk sum vil byggja frælst land átti tað at verið tað mest sjálv­sagda at allir borg­ar­ar eiga somu rætt­indi.