Sameind rútmisk jólakonsert í Vesturkirkjuni

Saman við tónleikarum úr GHM fer gospelkórið United Voices at hava forvitnisliga jólakonsert mikukvøldið.

Tað er ikki hvørji jól, at ein fær eitt slíkt høvi her á landi – at hoyra blásarar og eitt heilt og sameint gospelkór syngja saman.
Tað er kortini júst tað, sum fólkini í báðum bólkunum hava arbeitt við í longri tíð:
At vísa, at tað ber til at hava eitt slíkt gott kór og eitt slíkt gott hornorkestur á kórsgáttini í eini kirkju samstundis.
Mikukvøldið verður høvið til hetta, tá Vesturkirkjan letur upp dyr sínar fyri teimum umleið 80 luttakarunum í konsertini.
- Jú, vit gleða okkum sera nógv til konsertina, sigur Eirikur Skála, sum er kórleiðari hjá United Voices.
Hann lovar eisini, at áhoyrararnir somuleiðis hava nakað at síggja fram til.

Avbjóðingar
Bæði kórið og orkestrið, sum fara fram á kórsgáttina í Vesturkirkjuni, eru væl kend her á landi – United Voices sum gospelkór, og GHM sum hevur spælt við mong ymisk høvi síðani tað varð stovnað.
United Voices er so við og við vorðið væl umtókt millum manna. Tey hava luttikið á fleiri konsertum og hava somuleiðis verið við í fleiri fløguútgávum.
Nú stendur so ein onnur og meiri spennandi avbjóðing fyri framman. Slíkar avbjóðingar eru kórlimirnir so líðandi vorðnir vanir við, men hetta slakar kortini ikki uppá krøvini undan eini slíkari konsert.
Tí kunnu fólk snøgt sagt bara vænta tað besta av tí besta mikukvøldið.
Undir leiðslu av Eiriki Skála hava teir 35 sangfuglarnir vant ein hóp av løgum, sum verða framførd í Vesturkirkjuni.
GHM fer eisini at spæla sín leiklut væl hetta kvøldið. Teir 40 limirnir í orkestrinum hava somuleiðis vant væl og leingi. Og júst hetta fer eisini at sermerkja konsertina, tí í roynd og veru verður GHM við undir allari konsertini.
Tey koma at spæla nøkur løg sjálvi, og fara síðani í holt við ta stóru avbjóðingina at spæla undir hjá einum gospelkóri.
- Hetta er fyrstu ferð, at vit í kórinum royna okkum á henda hátt. Og samstundis fyrstu ferð at GHM roynir seg á sama hátt.
- So hetta er tí eitt sera spennandi samstarv fyri báðar partar, sigur Eirikur.

Solistar í hópatali
Tá ein hevur eitt gott kór, so hevur ein samstundis savnað saman ein heilan hóp av góðum solistum.
Nógvar av hesum fáa áhoyrararnir møguleika at hoyra meiri til á konsertini mikukvøldið.
Millum teir 35 sangararnar í United Voices eru ikki færri enn seks solistar, sum sleppa framat við hetta høvið – Heine Lützen, Nomi Arge, Kristel Lisberg, Bjarni Jøkladal, Malan Lützen og Billy Hansen.
Tað verða tó eisini aðrar solo-framførslur á konsertini. Millum annað fer Hans Petur í Brekkunum at spæla eina saxofon-solo.
Nevnast kann haraftrat, at áhoyrararnir sleppa somuleiðis at syngja við saman við kórinum. Inn í skránna eru nevniliga lagdir tveir av kendastu jólasálmunum, sum verða sungnir saman við kóri og orkestri.
Her skuldi tí verið lagt upp til eina spennandi og rútmiska jólakonsert.