–Summi siga, at samfelagið onki ger fyri okkum, men vit eru samfelagið og hava eina felags ábyrgd, sigur Niclas Heri Jákupsson, sum fyri 28 árum síðani sigldi fyrsta jólaskipið til Klaksvíkar, tí hann helt, at tað manglaði okkurt til børnini í Norðoyggjum um jólini.
Les eisini: Jólaskipið er bygt á føroyskan samleika
Hann heldur, at nøkur síggja bara tey bæði brotini í putlispælinum, ið mangla, meðan onnur síggja tey 98, sum longu liggja á borðinum.
–Summi siga, at samfelagið onki ger fyri okkum, men vit eru samfelagið, og hava eina felags ábyrgd. Gávurnar, sum eg havi fingið, kunnu samanberast við eitt klaver frá BR, men eg spæli altíð á allar tangentarnar. Tí verði eg bilsin av at møta menniskjum, hvørs gávur eru sum eitt Steiner klaver, men tey spæla ikki á tangentarnar, tí tey eru óttafull, sigur hann.
–Summi hava góð hugskot, men tey hava ikki tað dirvið, ið skal til, men tá er umráðandi at royna seg í smáum og at blíva við, tí tingini verða lættari, tá tú hevur roynt tey, leggur hann afturat.
– Onkuntíð havi eg samanborið tað við at leypa av fimmmetra vippuni í svimjihøllini. Havi eg ongantíð roynt tað, so fari eg at siga, at eg ikki tori, tá eg verði biðin. Sigur tú so, at tað onki hevur upp á seg, men eg skal bara koyra beinini saman, halda fyri nøsina og hoppa, so hjálpir tað ikki upp á óttan hjá mær. Sigur tú ístaðin, at vit fara at leypa av kantinum niður í hylin fyrst, og síðani royna vit einmetur vippuna eftir eina tíð, so er lættari at sannføra meg um, at eg tori at taka stigið. Tá vit hava roynt einmetur vippuna, so ber til at royna at hoppa av tríggjarmetra vippuni, áðrenn vit royna at leypa fimm metrar. Soleiðis er eisini við tiltøkum. Tað er nógv betri at gera tiltøkini í tryggum umhvørvi saman við góðum fólki, og so gera tey enn betri árið eftir, sigur hann.
Sælari at geva
Fyri Niclas Hera er tað sælari at geva enn at fáa, og hann er vísur í, at tað er so fyri onnur eisini.
–Tað er eitt ómetaligt vælsignilsi, ið mann fær, tá mann ger tiltøk, sum gleða onnur. Er tiltakið væl umhugsað og fyriskipað, og hevur samleikin nakað við tað góða, vakra og varandi at gera, so veit man við vissu, at tað ger gott fyri ein, sigur hann.
Hann heldur tí eisini, at tað er lætt at gera ein gott tiltak um jóltíðir, tí fólk eru í góðum lagi, og tað er fjálgt og vakurt rundan um ein.
Tá farið verður undir slík tiltøk er umráðandi, at vinnulívið og mentanarlívið hjálpast at. Tá tiltakið Jólaskipið varð sett í verk, var lætt at finna stuðul í vinnuni, og tí bar til at vaksa um tiltakið á hendan hátt.
–Man fær skjótt góða undirtøku millum manna, um man setur nógv í sving, og eru tiltøkini væl løgd til rættis og samskipað, so er sannlíkt, at nógv fólk taka tey til sín, sigur hann av góðum royndum.