Samfelagsatlitið manglar

FISKIVINNUPOLITIKKUR Atlit mugu takast til trivnaðin í øllum samfelagnum. Verandi miðsavnan innan fiskivinnuna kvalir dynamikkin í vinnuni og virkishugin kring landið. Tað sigur Leif Høj, stjóri í FoFish, sum skýrir fiskivinnupolitikkin at vera bæði tannleysan og hopileysan.

- Útróðurin er burtur allastaðni. Fuglafjørður, Leirvík, Vestmanna, Tvøroyri, Vágur. Alt er steindeytt.
Leif Høj er fortørnaður. Hann er stjóri á FoFish, sum keypir og selir fisk, hann er nevndarlimur í Norðfra, sum framleiðis lidnar portiónir burtur úr føroyskum fiski, og hartil er hann reiðari á línubátinum Riba.
- Muran tykist í longri tíð hava verið, at útróðurin er rótin til alt ilt. Friðingar, stongdar leiðir og avmarkingar í rættinum til minstaforvinning eru við til at kvala útróðurin, sum doyr spakuliga.
Myndina av doyggjandi útróðrinum flytir Leif Høj skjótt víðari yvir á restina av fiskivinnuni.
- Dynamikkurin og framdriftin er ring at fáa eyga á. Eru nøkur veiðiloyvi útskrivað síðstu árini, spyr Leif Høj og svarar sjálvur:
- Vit liva av at keypa og selja verandi loyvi, sum enda á alsamt færri hondum. Taparin er samfelagið. Vit mugu taka atlit til trivnaðin í samfelagnum, heldur enn hyggja at, meðan eindirnar vera færri og størri.
Í samrøðu við Sosialin síðsta fríggjadag ímyndaði landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum sær eina nógv meira samansetta vinnu.
- Ja, tað skal í nógv størri mun bera til at samanseta veiðirættindini. Hví skal ein reiðari vera bundin at einum ávísum fiskiskapi, um hann sær møguleika fyri at tjena pengar í øðrum fiskiskapi og harvið fáa eitt bein afturat at standa á. Eg síggi fyri mær færri skip og størri reiðarí, sum virka í eini meira samansettari vinnu enn vit higartil hava sæð, segði Jacob Vestergaard.
Úr sínum stjórastóli hevur Leif Høj ilt við at keypa argumentini.
- Stóru reiðaríini hava so ongan áhuga í at trýsta prísin uppeftir. Tvørturímóti. Og tað gevur so lægri hýru til fiskimannin. Mín pástandur er, at tað eru smáu aktørarnir, sum sprella og royna at dyrka “nisjurnar,” smáu marknaðirnar har besti prísurin fæst fyri hvørt kilo, sigur Leif Høj.
Men vísir søgan ikki, at árini við mongu, smáu reiðaríunum góvu ikki ta framdrift og tann dynamikk, ið Leif Høj peikar á?
- Hvat er tað, sum ikki gekk so væl? Kring landið vóru skip, sum kláraðu seg væl, sigur Leif Høj og peikar á Runavík, Vestmanna og Hvalba sum dømi um bygdir við positivum søgum úr fiskivinnuni.
- Heldur vóru tað stóru uppkeypini, sum tá avtornaði avtoftaðu fiskivinnuna á fleiri plássum. Enn er Hvalba tó dømi um tað øvugta, leggur hann afturat.

Atgongdin
Leif Høj keypir og selur fisk hvønn dag. Hansara uppáhald er, at atgongdin til fiskin gerst truplari.
- Nei, fiskurin kemur ikki nóg væl í alment útboð. Vit sleppa snøgt sagt ikki framat fiskinum, sigur Leif Høj.
Hansara uppáhald er, at longu nú er fiskivinnan somikið samantvinnað, at smáu aktørarnir als ikki sleppa at bjóða uppá stóran part av fiskinum, ið verður veiddur á føroysku grunnunum.
Manglandi atgongdin gongur út yvir virðisøkingina, sigur Leif Høj og heldur fram:
- Hyggja vit eftir botnfiskasløgunum, so er virðisøkingin alt ov lítil. Vit fáa ov lítið burtur úr teimum virðum, ið vit fáa úr havinum. Samstundis síggja vit, at serliga bretski marknaðurin vísir støðugt minni áhuga fyri føroyskum botnfiski. Gongdin er ørkymlandi, sigur Leif Høj.
Stjórin á FoFish hevur hug at draga makreltrætuna uppí. Hugleiðir um, hvørt tað man vera makreltrætan, ið ger føroyskan botnfisk minni áhugaverdan og harvið trýstir prísin niður. Og hvat nú hendir, um rákið móti føroyskum fiskavørum herðist, soleiðis at tosið um boykot gerst reelt.
Hetta eru tó gitingar út í eina óvissa framtíð. Tí føroyski marknaðurin hevur ikki fyrireikað seg uppá slík scenarie.
- Men herheima kundu vit sum nevnt gjørt nógv meira fyri at virðisøkja okkara fisk. Dyrka “nisjurnar” og lagt okkum eftir at framleiða til gourmet-matstovurnar. Men veiðiliðið verður alt meira miðsavnað, og tað drepur dynamikkin. Vit fáa reiðarí, sum hava onnur atlit og virðir at arbeiða út frá, sigur Leif Høj.
Uppáhaldið verður ført víðari yvir á arbeiðsplássini, sum fækka og sambært stjóranum fara at gerast støðugt færri:
- Heldur tú at stóru reiðaríini hava brúk fyri føroyskari arbeiðsmegi. Gongdin aðrastaðni er, at skipini verða mannað við bíligum útlendingum, og tekin um tað sama síggjast herheima. Í makrelfiskiskapinum hava vit skip, mannað við bíligari arbeiðsmegi. Og í øðrum skipabólkum síggja vit eisini fiskiskip, at kalla burturav mannað við útlendingum, fiska av føroyskum kvotum. Verður hetta gongdin frameftir, so máa vit grundarlagið undan okkara samfelag, sigur Leif Høj.

Kapitalurin temjast
Hóast stjórin á FoFish arbeiðir í fríari vinnu, so vendir hann fleiri ferðir í samrøðuni aftur til avmarkingar. Avmarkingar fyri vinnuna.
- Lat meg sláa tað fast beinanvegin, at eg eri ikki sosialist. Men politisk stýring má til. Miðsavnanin í vinnuni má avmarkast og útlendski kapitalurin má avmarkast, sigur Leif Høj.
Eftir hansara tykki virka tær avmarkingar, sum longu eru í lógini um vinnuligan fiskiskap, langt frá nóg væl.
- Vit síggja dømi eftir dømi um reint, útlendskt virksemi í føroyskum sjóøki. Hartil strámenn, advokatar og stjórar, sum við seráhugamálum snara vinnuni aðrar vegir enn hagar, ið vinnan eftir mínum tykki tænir samfelagnum best.
- Fiskivinnulóggávan sigur greitt, at vit skulu taka samfelagslig atlit. Vit skulu geva møguleikar fyri vinnuligum virksemi kring alt landið. Men hetta er ringt at fáa eyga á í dag. Tí mugu vit sum samfelag finna útav, hvussu vit vilja skipa okkara fiskivinnu. Skal fiskivinnan vera fyri tey fáu, so lat tað vera sagt og gjørt, heldur enn at seigpína tey, sum royna at halda tørn, sigur Leif Høj.
Hann peikar á íslendsku fiskivinnuna, sum eftir hansara tykki átti at fingið ávaringarklokkurnar at ringja herheima.
- Vilja vit hava eina fiskivinnu við nøkrum heilt fáum aktørum, sum eiga alt og stýra øllum. Eg havi onga orsøk at trúgva pástandinum um, at øll sleppa framat í vinnuni. Skal tað vera tilvildin og meira ella minni tilvildarlig sambond við útlendskan stórkapital, ið stýra føroysku fiskivinnuni, spyr Leif Høj.

Makrelurin tekur fokus
Síðstu árini hevur fiskiskapurin eftir makreli verið nógv í fokus, serliga eftir at Føroyar ásettu sær egnar kvotur. Uppaftur meira ferð er komin á, nú sami leistur tykist vera lagdur fyri sildafiskiskapin, samstundis sum meira er til av svartkjafti.
- Alt snýr seg um uppsjóvarflotan og fiskiskapin har. Vit hoyra dag og dagliga, at stóru reiðaríini gera seg til reiðar til uppsjóvarfiskiskapin og nærum sleingja um seg við tíggjutals, enntá hundraðtals milliónum til stór og dýr skipakeyp. Man kann ikki annað enn standa á síðulinjuni og aftur í ár hugsa um, hvussu verður við fiskiskapinum eftir vanligu botnfiskasløgunum, sigur Leif Høj uppgevandi á málinum.
Spurdur, hvørt tað ikki er natúrligt at fokus er har, ið stóru nøgdirnar og pengarnir eru nú, svarar stjórin:
- Jú, men uppsjóvarfiskiskapurin er eftirhondini tann mest óskipaði fiskiskapurin, samstundis sum vit vita at strámenn standa á síðulinjuni og bíða eftir teirra bitum. Tað skuldi eita seg, at øll skuldu fáa burturav “nýggja” ríkidøminum í uppsjóvarfiskiskapinum, men soleiðis bleiv veruleikin ikki. Førdi fiskivinnupolitikkurin er bara við til at skumpa undir miðsavnanina, har stóru reiðaríini leggja alsamt meira inn undir seg, sigur Leif Høj.

Fáir glottar
Embætisfólk úr Fiskimálaráðnum hava síðani í fjørsummar arbeitt við at endurskoða alla lógina um vinnuligan fiskiskap, og herfyri legði landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum upprit til fiskivinnunýskipan fyri landsstýrið. Higartil er breiða semjan somikið smøl, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum enn ikki kann siga seg hava sína egnu samgongu aftanfyri tann leist, ið hann legði fyri dagin í uppritinum.
Sæð úr stjórastólinum hjá Leif Høj eru fáir glottar at hóma.
- Nei, hatta tykist rættuliga visjónsleyst og hjálparleyst. Har mangla samfelagsatlit. Atlit til trivnaðin í øllum okkara samfelag. Politikkurin má greitt endurspegla, at vit vilja menning og trivnað í øllum pørtum av okkara samfelag. Vit hava eitt ávíst fiskiríkidømi, og tað má also umsitast samfelagnum at gagni. Annars máa vit grundarlagið undan okkum sjálvum.