Samfelagsdagur í Odense 18. mars

So nærkast langi leygardagurin í Odense aftur. Hesaferð hittast føroyingar leygardagin 18. mars frá klokkan 11 til 18.30 á Kratholmskolen, Byghøjvej 27 í Odense.

Vit høvdu ein líknandi dag um nøkulunda somu tíð í fjør, og av tí at fólk lótu so væl at, royna vit aftur.

Hugsanin við slíkum degi er annars ikki minst at geva høvi til, at fólk, sum sita meiri ella minni einslig - kanska á lítlum staði -  kunnu hitta onnur. Vónin er eisini, at slíkur dagur kundi knýtt bond.

Ert tú  nærindis Odense tann 18. mars, so ert tú sera vælkomin hendan vegin.

Øssur Berghamar og Símun Pætur á Torkilsheyggi koma at siga eitt sindur um   viðføri okkara á lívsleiðini. Eisini verður sangur og tónleikur, sum Randi og Símun Hansen standa fyri. Lyklaorðini eru: at hittast, at stimbra, stuðla, gleða og uppmuntra hvør annan á hesum stevnu- og samfelagsdegi.

Tað hevði glett okkum, um hetta gjørdist ein dagur, har fólk úr ymsum heraðshornum av danska kortinum hittust í Odense. Tað hevði nú eisini givið degnum eitt eyka virði, um hetta eisini gjørdist fundarstað fyri fólk úr ymsum samkomum og kirkjuliðum.

Kratholmskolen hevur eisini eitt symbolskt virði í hesum sambandi, tí hann er ein av teim fyrstu kristnu frískúlunum, sum nú hava virkað í góð 30 ár á flatlondum, og hann er av teim heilt fáu tvørkirkjuligu.
Flestallir av hinum eru ankraðir í fólkakirkjuni, einstakir í fríkirkjum - men hesin hevur sum sagt sum ein av teimum heilt fáu skrivað seg sum tvørkirkjuligan, og hann hevur bygt brýr millum nógvar kirkjur og einstaklingar í Odense. 
Áhugað kunnu tekna seg áðrenn 14. mars hjá Árna Helmsdal, Lundekærsvej 70, 5250 Odense SV, tel. 65961373 ella 30251373. Teldupostur: arnihelm@post.tele.dk.