Eins og hjá øðrum kristnum kirkjum og samkomum um landið, so hava brøðrasamkomur fleiri páskamøtir.
Í Trongisvági
Í Suðuroy er tað samkoman í Salem, sum skipar fyri samfelagsstevnu. Byrjað varð í gjár, og hildið verður á til og við páskadag. Møtini eru í Salem á Tvøroyri og í Skúlahøllini í Trongisvági.
Heitið á stevnuni í ár er ” Guds náði er botnleys”.
Talarar eru Jens Bech, Ragnar West, Sølvi Andreassen, Jákup Godtfred, Poul Færø,
Jógvan Jakobssen, John í Skemmuni og Joen Magnus Rasmussen.
Familjumøti er í Skúlahøllini í Trongisvági páskadag, og tá sigur Jastrid á Dul Sørensen søgu til tey yngru, stendur at lesa á evr.fo.
Kendi evangelisturin, Tom Roberts, ið hevur vitjað ymsastaðni í Føroyum síðan 15. mars, talar á samfelagsstevnuni í kvøld.
Í Runavík
Í Runavík eru tað samkomurnar kring Skálafjørðin, Nebo, Berøa, Elim og Nerija, ið skipa fyri samfelagsmøtunum. Heitið á møtunum er “Brann ikki hjartað í okkum”.
Møtini byrjaðu í gjár og halda á til páskadag. Byrjað varð í Nerija á Skála í gjárkvøldi. Frá í dag eru møtini í ítróttarhøllini Bylgjuni í Runavík.
Í gjár talaði Páll Poulsen. Í dag og komandi dagar tala Pól í Skorini, Sámal Mikkelsen, Jógvan Martin Davidsen, Tom Roberts, Áron á Roykheyggi, Símun Pætur á Torkilsheyggi, Ingvard Petersen, Klæmint Eliasen og Johann Petersen.
Skipað verður eisini fyri barnamøtum og ungdómsmøtum. Sangkórini í Nebo, Siloa og Betesda luttaka, skrivar evr.fo.
Møtir eru eisini í øðrum samkomum um landið um páskirnar. Millum annað talar Tom Roberts í Ebenezer í Havn annan páskadag. Hetta verður seinasta møti hansara í Føroyum á hesum sinni.