Samfelagstænastu fyri at koyra fullur

Í Føroya Rætti seinnapartin fekk ein ungur maður 30 tímar samfelagstænastu fyri fullur at hava koyrt ein bil á sjógvin. Føroya Rættur skuldi seinnapartin royna at gera av, hvør hevði koyrt ein bil 21. apríl í 2009 á sjógvin í Klaksvík.

Ákærdi maðurin segði seg einki minnast frá hesi leygarnáttini, men hevði kortini avgjørt við ákæran, at varð hann dømdur, vildi hann gera samfelagstænastu í 30 tímar, svarandi til ein treytaðan dóm á 20 dagar.

Í rættinum seinnapartin varð vinmaður hansara avhoyrdur, men tað var týðiligt, at ákærin ikki trúði vitnisfrágreiðing hansara, og minti vitnið meira en einaferð á, at hann var undir rættarábyrgd.

Síðani var ein kvinna førd sum vitni, og hon virkaði álítandi á ákæra og dómara. Og eftir hennara vitnisfrágreiðing gjørdi fyrra vitnið av, at broyta sína frágreiðing. Hann segði seg nú ikki minnast nakað frá degnum, og kundi ikki siga nakað ímóti, um kvinnuliga vitnið hevði sæð hann í bilinum.

Dómarin helt seg til framman undan gjørdu avtaluna, og dømdi ákærda 20 daga treytað fongsul, sum tann dømdi kann broyta til 30 tímar samfelagstænastu, sum skal avviklast innan seks mánaðir.

Umframt hetta fekk maðurin 1.500 krónur í bót og skal hartil missa koyrikortið í tvey ár og seks mánaðir frá 16. desember 2009 at rokna.

Maðurin tók við dóminum.