Samferðsla ella niðurgjalding av skuld

Seinastu dagarnar hevur verið ført fram alment, at vit kunnu ikki gera íløgur í samferðslukervið, fyrrenn landskassaskuldin er niðurgoldin.

Seinastu dagarnar hevur verið ført fram alment, at vit kunnu ikki gera íløgur í samferðslukervið, fyrrenn landskassaskuldin er niðurgoldin.

Sum landsstýrismaður í samferðslumálum í gott og væl 3 ár vóru boðini, at íløgur skuldu gerast innanfyri ta játtan ella tann karm, sum tillutaður var.

Tað eru ivaleyst tey sum meina, at hetta er skilagóður politikkur, kanska serstakliga tey, sum í tí dagliga ikki eru bundin av einum vælvirkandi samferðslukervi.


Samferðslu-

útbúnaðurin

Samferðsluútbúnaðurin í landi okkara er niðurslitin og ótíðarhóskandi. Hetta merkist dagliga hjá teimum, sum hava fyri neyðini at koma yvir firðir og sund.

Ferðamynstrið er so nógv broytt tey seinnu árini. Skipini eru keypt ella bygd í eini tíð, hvar tað ikki var so tíðun, at fólk ferðaðist oyggjanna millum, og slettis ikki soleiðis at tey tóku bil við sær. Hetta hevur ført til, at tey eru vorðin alt ov lítil.

Tað hevur borið til at bøtt um hesi viðurskifti í ein ávísan mun við at sigla fleiri túrar á teimum ymisku leiðunum. Men eisini hesin møguleiki fer at verða troyttur fult út.

Hesa sannroynd koma vit ikki uttanum, og var hon orsøkin til, at undirritaði, sum landsstýrismaður, setti arbeiði í gongd at gera støðuna upp og raðfesta tørvin, sum er á økinum.

Hóast henda uppgerð og raðfesting ikki verður liðug fyrrenn í komandi ári, so er tað eingin ivi um, at íløguupphæddirnar vera øgiligar.


Landskassaskuldin

Samstundis sum landið stendur fyri stórum íløgum í infrastrkturin hevur landskassin stóra skuld.

Bankakanningin, eftirfylgjandi kanningar og møguligar stevningar koma at vísa okkum, hvussu stór skuldin í veruleikanum er, men eingin ivi er um, at hon er stór.

Tó so, verður skuldin roknað uppá hvønn borgara í landinum, so skyldar hvør borgari ikki meira enn hvør borgari í Danmark ger.

Vit rinda í dag bert rentur av upphæddini, sum er skuldskrivað okkum, men sjálvandi skal henda skuld rindast aftur einaferð.

Samráðingar hesum viðvíkjandi skulu, ífylgi felagslýsing millum donsku stjórnina og Føroya Landsstýri, fara fram í næstum.


Afturgjaldstíðin

Vit vita, at skuldin vit tosa um er milliardaupphæddir. Eingin veit, um nakar møguleiki er fyri at fáa eitt úrslit burturúr bankakanningini, sum minkar um landskassans skuld.

Men skuldu vit verið so heppin, at bankakanningin førir við sær, at landskassans skuld verður minni enn í dag, so tala vit hóast alt um eina upphædd, sum liggur millum 4 og 7 milliardir.

Eina tílíka upphædd rindar landskassin ikki aftur í eini handavending. Afturgjaldstíðin verður helst ikki niðanfyri 20 ár.

Eingin ivi er um, at hesa tíðina veksur íløgutørvurin við risaupphæddum.


Afturgjaldsførleikin

Hyggja vit uppá afturgjaldsførleikan, so ivast undirritaði í stóran mun, um ikki ein útskjóting av íløgunum í samferðslukervið fer at gera tað ómøguligt at gjalda skuldina aftur.

Um ikki vinnulívið fær teir karmar at arbeiða undir, sum tí tørvar, so minkar hetta um avkastið til landskassan og harvið afturgjaldsførleikan.

Serstakliga er tað fiskivinnan á sjógvi og landi, ferðavinnan og ein spírandi oljuvinna, sum hava brúk fyri einum góðum samferðslukervi.

Men eisini aðrar vinnugreinar hava brúk fyri einum góðum samferðslukervi, um tær skulu fóta sær.

Eitt gott samferðslukervi er fortreytin fyri, at vit kunnu gjalda skuldina niður.


Javnvág

Í felagslýsing millum donsku stjórnina og Føroya Landsstýri frá november 1995 er ásett, at løgtingsfíggjarlógin skal javnviga frá og við 1988.

Vit hava longu uppnátt at fáa javnvág á fíggjarlógina. Allar framrokningar siga, at vit í inniverandi ári koma at hava eitt fitt avlop.

Hetta avlop fer inn í gjaldføri landskassans, har tað verður standandi órørt, um so er, at vit skulu halda okkum til setningin í omanfyrinevndu felagslýsing um javnvág.

Tað var ein møguleiki at fingið eina upphædd av avlopinum setta av til útbygging av samferðslukervinum. Hesin møguleiki er helst farin nú.

Henda møguleika royndi undirritaði at fáa samgongutinglimir til at ganga inn fyri, og fekk tað sum kunnugt fylgir.

Um tað er nakar, sum fær vinning burturúr at vit verða afturútsigld, veit eg ikki.

Skuldi tað verið soleiðis, so er tað helst onkur við nógvum peningi, sum enn einaferð kann upptraðka sum ein frelsandi eingil.

Livst so spyrst.