Samgongan og Sambandsflokkurin taka undir við uppskotinum

Uppskotið um at lóggeva sjúkrarøktarfrøðingar aftur til arbeiðs fær helst breiða undirtøku í Løgtinginum, tí samgongan og Sambandsflokkurin taka undir við málinum. Tað sæst í álitinum:

Álit í løgtingsmáli nr. 35/2023: Uppskot til løgtingslóg um at leingja sáttmálan millum øðrumegin

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og hinumegin Fíggjarmálaráðið fyri ávís størv í

Sjúkrahúsverkinum o.ø.

 


Løgmaður hevur lagt málið fram tann 2. november 2023, og eftir 1. viðgerð tann 2. november 2023

er tað beint Rættarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 2. november 2023.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum, saman við umboðum fyri leiðsluna í Sjúkrahúsverkinum og Aksel V. Johannesen, løgmann.

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

Meirilutin (Hervør Pálsdóttir, Kristianna Winther Poulsen, Kim Durhuus, Henrik Old og Helgi

Abrahamsen) hevur hesar viðmerkingar:

Støðan í Sjúkrahúsverkinum er sera hættislig. Sjúkrarøktarfrøðingarnir eru farnar til hús, og sjúkrahúsini fáa ikki veitt neyðuga røkt og viðgerð. Um fáar tímar gerst støðan enn hættisligari.

Sum grundtreyt eigur Løgtingið ikki leggja seg út í samráðingar millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Tær trætur, sum eru, skulu loysast í samráðingum millum partarnar.

Hendan støðan, vit standa í, er ein neyðstøða, nú vandi er fyri lívi og heilsu í Sjúkrahúsverkinum.

Meirilutin ásannar, at hendan støðan kann ikki standa við. Meirilutin vónar tí inniliga, at sáttmálapartarnir taka uppaftur samráðingarnar, so at ósemjan verður loyst skjótast gjørligt.

Við hesum viðmerkingum tekur meirilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Harumframt hevur Helgi Abrahamsen hesar viðmerkingar:

 

Eingin ivi er um, at tað, at samgongan hevur lovað útvaldum fakbólkum lønarlyft, hevur gjørt samráðingarnar sera truplar. Hetta hevur gjørt, at aðrir fakbólkar, sum til dømis

sjúkrarøktarfrøðingarnir, sum ikki eru umfataðir av lønarlyftinum, eisini vilja hava nakað í sín part.

Tað var skeivt av samgonguni at áseta eitt politiskt lønarlyft, men um lønarlyft skal gevast lønarbólkum innan heilsuøkið, so eiga sjúkrarøktarfrøðingarnir eisini at vera við. Lønir eiga at verða

ásettar við lønarsamráðingum millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum og ikki eftir politiskum ynskjum.

Tó kann ikki síggjast burtur frá, at støðan í heilsuverkinum, orsakað av lønartrætuni, hevur sett fólk, ið hava brúk fyri heilsuhjálp, í eina trupla støðu. Rættarnevndin hevur fingið upplýst, at støðan í løtuni

er rættiliga hættislig. Havandi hesa støðuna í huga, har lív og heilsa hjá fólki stendur uppá spæl, er eingin annar møguleiki enn at taka undir við uppskotinum. 

 

Minnilutin (Bárður á Lakjuni og Steffan Klein Poulsen) hevur hesar viðmerkingar:

Samgongan legði út við at geva nøkrum útvaldum fakbólkum eitt politiskt ásett lønarlyft. Samstundis sum nakrir bólkar verða valdir til, velur man aðrar frá. Hetta hevur á ongan hátt gjørt samráðingarnar við frávaldu fakfeløgini lættari.

Hetta var byrjanin uppá eitt brot á fría samráðingarrættin.

Í dag kemur samgongan við einum uppskoti, har tey enn einaferð gera seg inn á tann fría samráðingarrættin. Minnilutin metir ikki, at tað er rætt, at man frá politiskari síðu blandar seg í arbeiðsmarknaðarmál á hendan hátt.

 

##med2##

Minnilutin metir heldur ikki, at tað er rætt, at samgongan á hendan hátt roynir at tiga málið burtur, og at viðgerðin skal skundast ígjøgnum, uttan at hava havt fleiri av teimum pørtunum, ið hendan trætan snýr seg um, inni til hoyring. Til 1. viðgerð høvdu tveir av samgonguflokkunum onki framsøgufólk, og til nevndarviðgerðina er málið blivið skundað ígjøgnum, so at man ikki hevur havt møguleikan at hoyrt allar partar, í hesum føri sjúkrarøktarfrøðingarnar. Tað skaðar fólkaræðisligu gongdina í viðgerðini, at tingfólk ikki fáa møguleika at fáa lýst málið frá øllum síðum, og tí heldur ikki eru nóg væl ílætin til at taka støðu í málinum.

Minnilutin ásannar, at tað er sera álvarsamt, at tað kann standa um heilsuna hjá fólki, um hendan støðan sleppur at halda fram. Tó vil minnilutin vísa á tær viðmerkingar, ið leiðslan í Sjúkrahúsverkinum hevur í uppskotinum, og sum enn eina ferð blivu staðfestar undir nevndarviðgerðini: Hetta uppskotið loysir ikki avbjóðingina á nøktandi hátt, og hevur tað við sær, at samstarvið og álitið millum leiðslu og starvsfólk í Sjúkrahúsverkinum tekur skaða. Leiðslan í Sjúkrahúsverki Føroya hevur eitt staðiligt ynski um, at málið verður loyst á annan hátt, og hesum er minnilutin eisini samdur í.

Minnilutin mælir til, at partarnir fara aftur til samráðingar og finna eina haldbara loysn á trætuni.

Hetta uppskotið loysir ikki trupulleikan, men ger bert gjónna millum partarnar størri.

Við hesum viðmerkingunum tekur minnilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

Rættarnevndin, 2. november 2023

 

Hervør Pálsdóttir Helgi Abrahamsen Kristianna W. Poulsen

forkvinna næstformaður

Henrik Old Kim Durhuus Steffan Klein Poulsen

Bárður á Lakjuni