Føroysk skip fara at avreiða so nógv, sum gjørligt uttanlands og har fara tey eisini at bunkra olju, keypa proviant og keypa aðrar tænastur. Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at hetta verður avleiðingin, verður serliga oljuavgjaldið, sum samgongan ætlar at seta í gildi á nýggjárinum, samtykt.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur at oljuavgjaldið fer at føra við sær, at flakatrolarar, uppsjóvarskip og onnur størri skip, fara at selja rávøruna uttanlands og soleiðis spara einar 40-50.000 krónur fyri hvørja bunkring, tí aðrastaðni er einki avgjald á oljuni.
Somuleiðis fer oljuavgjaldið at eggja flotanum undir Føroyum til at avreiða uttanlands.
Avgjaldið fer eisini at ávirka skipini undir FAS.
At áleggja vinnuni oljuavgjald, er óskilligt og als ikki í samsvari við hugsanirnar um støðugar vinnukarmar, sum er grundarlagið undir FAS, siga arbeiðsgevararnir.
Avleiðingin av hesum er ikki bara, at minni olja fer at verða seld í Føroyum, men eisini at aðrir veitarar til vinnuna fara at merkja sviðan.
Arbeiðsgeverafelagið hugsar serliga um virkini, sum virka uppsjóvarfisk og um frystigoymslurnar. Men hugsað verður eisini um tey, sum selja proviant og annars um tænastuveitarar til vinnuna yvirhøvur.
- Somuleiðis fer avgjaldið at leggja trýst á kappingarførið hjá føroyskari vinnu yvirhøvur og serliga hjá útflutningsvinnuni. Tað vil føra til, at vinnuliga virksemið runt um í landinum minkar og at landskassin sostatt eisini fær minni inntøkur, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum sostatt staðiliga mælir Løgtinginum frá, at seta oljuavgjaldið í gildi.