Samgongan fer nú at hugsa seg um eina ferð afturat, áðrenn tey fara at taka endaliga støðu til eitt mál, sum hevur verið illa umstrítt seinastu dagarnar. Talan er um uppskotið frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsóttur, landsstýriskvinnu, um at skerja løn hjá fólki, sum eru í tillagaðum starvi – tað er tað, sum fyrr kallaðist fast starv.
Andstøðan hevur gingið hart á samgonguna fyri at fáa hana at sleppa ætlanina, serliga tinglimir í Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi. Ført hava verið fram, at summi fólk, sum bera brek, men sum eru í tillagaðum starvi, og sostatt hava tilknýti til arbeiðsmarknaðin, fara at missa upp í 2.100 krónur í løn um mánaðin, og andstøðan hevur átalað harðliga, at samgongan ger slíkt ímóti teimum veikastu borgarunum, sum tey málbóru seg.
Løgtingið skuldu avgreiða málið endaliga í dag, men tað varð av ongum, tí fleiri tinglimir vildi hava málið aftur í Trivnaðarnevndina, so at tey kundu hugsa seg um eina ferð afturat.
Og tað varð einmælt samtykt, og sostatt varð eingin avgerð tikin í dag. Uni Rasmussen úr Fólkaflokkinum, sum er formaður í Trivnaðarnevndini, gjørdi kortini greitt, at hann ætlar at gera skjótt av, so at málið kann verða endaliga avgreitt í næstu viku.