Tìverri eyndaðist ikki at fáa undirtøku fyri okkara uppskoti um, at Strandfaraskipini skulu sigla allar dagar í árinum. Hettar er púra óskiljandi og verður als ikki góðtikið.
Ásannandi at góðir samferðslumøguleikar eru alt avgerðandi fyri trivnað, búseting, vinnulív og í veruleikanum øll viðurskifti í einum landi, hevur Løgtingið júst samtykt Føroya størstu samferðsluútbýgging fyri milliardir. Men tað bar ikki til at seta 1,8 milliónir av til at styrkja ferðasambandi til útjaðaran.
Henda samgongan, sum hevur havt áleið 400 milliónir í inntøkum, sum aðrar samgongur ikki hava havt, megnaði ikki at finna 1,8 millión soleiðis, at Strandfaraskipini kunnu sigla allar dagar á árinum.
Seinastu árini eru eisini stórar samferðluútbýggingar framdar. Útbyggingar, sum hava bundið stórar partar av landinum saman, til gleði og gagns fyri okkum øll. Nú eru bert áleið 15 % av fólkunum eftir, sum ikki hava fast samband, og tí eru hesi fólk so mikið meira bundin av tryggari og nøktandi sjóvegis farleið.
Tíverri tykist tað nú soleiðis, at tey øki, sum fyrr vóru bundin av Strandfaraskipunum, tykjast hava gloymt alt um hvussu tann støðan var, tí tað tykist ikki vera nakar vilji at arbeiða fyri at trygga eina dagliga farleið til útjaðaran.
Vit hava eisini upplivað, at onnur uppskot útjaðaranum at frama heldur ikki áttu nakran góðan. Uppskot um at seta gongd á tunnilsarbeiði til smáplássini í Føroyum, bleiv eisini felt av samgonguni.
Útjaðarin hevur stórar avbjóðingar. Fólkatalið minkar og vinnumøguleikarnar eru ein avbjóðing í sjálvum sær. Vánaliga ferðasambandið ávirkar stórliga. Tað er bæði ótíðarhóskandi og harafturat kostnaðarmikið.
Fólkið í útjaðaranum í Føroyum eiga eisini sín sjálvsagda lut í teimum ágóðum og framstigum, sum vera framd. Fólkið í útjaðaranum hava somu rættindi og skyldur sum øll onnur. Tey gjalda sín skatt og eiga sín stóra leiklut í teimum stigum fram á leið, sum Føroyska samfelagð hevur tikið.
Tí er tað ein stór ábyrgd hjá løgtinginum allatíðina at tryggja, at tað er liviligt allastaðni í landinum. Løgtingið skal ikki lóggeva fyrimunir fyri nøkur fólk í landinum, ei heldur fyri nøkur øki í landinum. Men tað er júst hetta vit uppliva í dag. Tað at samgogan velur at fella uppskotið um, at Strandfaraskipini skulu sigla allar dagar í árinum, er bert eitt dømi av mongum uppá væntandi fyriliti fyri ávísum bólkum, og økjum í landinum.
Við hesi avgerð er tað rist í stein, at útjaran eigur ongan góðan í samgonguni. Og avgerðin er enn ein staðfesting av tí veruleika, at samgongan arbeiðir fyri tey útvaldu og vælbjargaðu. Bæði so og so.
Vit gevast tó ikki so á hondum, og fara at stríðast til rokkið er á mál, og siglandi er allar dagar á árinum til oyggjarnar sum enn ikki hava fast samband.