Samgongan tapir í trimum kanningum

Í apríl-mai í ár eru tríggjar veljarakanningar gjørdar, sum allar hava sama úrslit: Samgongan fær 14 tingfólk og andstøðan 19

Í apríl-mai í ár eru tríggjar veljarakanningar gjørdar, sum allar hava sama úrslit: Samgongan fær 14 tingfólk og andstøðan 19

 

Nýggjasta veljarakanningin, sum er komin undan kavi, er ein sum Lóður hevur gjørt fyri Fólkaflokkin, og sum Kringvarpið kunngjørdi í gjár. Hon er gjørd um sama mundið sum hinar báðar, sum Lóðir og Gallup Føroyar gjørdu.

 

Kanningin, sum Fólkaflokkurin hevur latið gjørt gevur hetta býtið:

 

Fólkaflokkurin: 17,4 prosent. minus 5,1 – 6 tingfólk í mun til 8

Sambandsflokkurin: 20,8. Minus 3,9 – 7 tingfólk í mun til 8

Javnaðarflokkurin: 25,6. Pluss 7,8 – 8 tingfólk í mun til 6

Sjálvstýrsflokkurin missir sítt umboð á tingi - (tølini ókend)

Tjóðveldisflokkurin: 20,8. Pluss 2,2 – 7 tingfólk í mun til 6

Framsókn: 3 tingfólk í mun til tvey - (tølini ókend)

Miðflokkurin: 1 tingfólk í mun til 2 - (tølini ókend)

 

Her skal havast tað fyrivarni, at ein tingsessur manglar. Her eru 32 tingfólk. Tá vit ikki hava tølini hjá smáu flokkunum, so fáa vit ikki roknað tað út.

 

Taka vit miðaltøllini hjá teimum stóru flokkunum úr hesum trimum veljarakanningunum, so verður úrslitið hetta:

 

Fólkaflokkurin: 17,5% og sannlíkt 6 tingfólk

Sambandsflokkurin: 19% og sannlíkt 6-7 tingfólk

Javnaðarflokkurin: 25,4% og sannlíkt 8 tingfólk

Tjóðveldi: 21,4% og sannlíkt 7 tingfólk

 

Til ber ikki at rokna tingmannabýtið neyvt, tí tølini fyri smáu flokkarnir ikki eru tøk í tí sum er komið fram úr kanningini, sum Lóður gjørdi fyri Fólkaflokkin.

 

Í teimum níggju kanningunum, sum eru gjørdar síðani løgtingsvalið 29. oktober í 2011 hevur samgongan meirilutan í tinginum í fýra kanningin, meðan hon tapir í hinum fimm kanningunum. Seinast samgongan hevði meiriluta í veljarakanning var í november í 2012.