Havnar Róðrarfelag eigur framvegis besta 8-mannafarið

8-mannafør: Hóast Risin av Eiði royndi at bjóða av, so gjørdi hann einki við Ørv hjá havnarmonnum

Í fjør var Tórsbáturin hjá Havnar Róðrarfelag FM vinnari í kappingini millum 8-mannafør. Síðani hevur Havnar Róðrarfelag mannað nýggjan Havnarnbát, sum er trimmaður at vera við í kappingini um sigurin i kappingini millum 10-mannaførini. Teir, sum í fjør mannaðu Tórsbátin, sita nú umborð á nýggja Havnarbátnum.

 

Á norðoyastevnu vísti tað seg, at Havnar Róðrarfelag framvegis eigur besta 8-mannafarið, tí tað var Ørvur, sum í dag vann kappingina millum 8-mannaførini á norðoyastevnu. Ørvur kappaðist við Risan av Eiði, sum í endaspurtinum hevði hug at bjóða av, men tað var ein hálv bátslongd frá Ørvi og aftur til Risan, tá ið bátarnir fóru um málið.

 

Risin er Nevið Reyða, sum eiðismenn hava leigað frá Klaksvíkar Róðrarfelag.

 

1 Ørvur (HR)05:00.35+00.007 
2 Risin (ERF)05:02.24+01.896 
3 Gøtu Tróndur (TIND)05:08.23+07.885 
4 Argjabáturin (AR)05:08.32+07.974 
5 Gullbrandur (ÍF)05:09.03+08.683 
6 Knørrur (RK)05:10.18+09.832 
7 Miðvingur (MR)05:17.19+16.841 
8 Árnfirðingur (ÁRF)05:24.47+24.120