Lagið er ikki gott á monnum, sum av og á koma út av samgongufundinum í Tinganesi at svala sær á.
Inni á sjálvum fundinum tykist støðan eisini spent. Har hoyrist javnan nevaduk og rópini eru eisini hørð.
Hvussu samgongufundurin fer at spæla av er í løtuni torført at meta um. Men tað skilst, at nú skal røkka ella støkka.
Tjóðveldisflokkurin stendur fast við, at vit skulu hava ein fastan leist fram móti suverenitetinum, og ein fólkaatkvøða skal vera í 2012 um føroyska suverenitetin. Eisini stendur Tjóðveldisflokkurin fast við, at uppskot til samtyktar at staðfesta føroyska sjálvsavgerðarættin skal fyri tingið.
Fólkaflokkurin vil ikki hava ein fastan fullveldisleist, og heldur ikki vil hann hava fólkaatkvøðu í 2012. Sjálvsavgerðarrættin vil hann ikki hava fyri tingið. Fólkaflokkurin mælir í staðin til, at miðja verður eftir at yvirtaka eftir førimuni, so hvørt tað ber til, og byrja beinan vegin.
Sjálvstýrisflokkurin vil hava flokkarnar at semjast, og ger greitt, at hann hevði atkvøtt fyri fullveldisleistinum hjá Høgna Hoydal, um hann kom fyri tingið.
Teir tríggir flokkarnir høvdu allir hvør sítt uppleg við til fundin í dag. Samgongufundurin væntast at verða liðugur einaferð um middagsleitið.