Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn
----
Ein samd andstøða leggur 18,5 mió uppá Marknagilsdepilin, í sínum fíggjarlógaruppskoti.
Í fíggjarlógini fyri 2012 valdi samgongan at toyggja byggingina av Marknagilsdeplinum, soleiðis at hann skuldi standa liðugur í ár 2016 heldur enn sum ætlað í 2015. Í samband við fíggjarlógar- viðgerðina fyri 2013 fremur samgongan enn eitt átak fyri at drýggja ella kanska heilt steðga verkætlanini.
Við 2. viðgerð av fíggjarlógini í síðstu viku, atkvøddi ein samd samgonga fyri, at taka 18,5 mió av játtanini til Marknagilsdepilin. Hetta fer allarhelst at seinka Deplinum enn meir enn samgongan longu hevur gjørt, tí uttan iva verður torført at fáa peningin uppá aftur komandi árini. Tvs vit vita ikki um skúlin verður klárur at taka í nýtslu í 2016, 2017 ella nær. Í somu viku vóru tveir tinglimir frá samgonguni alment frammi, annar brúkti orðið at “skrotta” Depilin og hin helt, at peningur heldur eigur at nýtast til universitet og at pjøssa uppá verandi avgomlu skúlar.
Síðan hevur formaðurin í mentanarnevndini verið frammi við boðskapinum um at farast skal undir at byggja Depilin beinaveg.
Í morgin verður 3. viðgerð av fíggjarlógini. Andstøðan hevur sett tær 18,5 mió kr uppá aftur í sínum fíggjarlógaruppskoti, og tá skal Løgtingið atkvøða grein fyri grein um ymsu konturnar á fíggjarlógini.
Tá hava samgongufólk eitt gylt høvi at vísa sín vilja í verki. Við at atkvøða fyri uppskotinum hjá andstøðuni, kann samgongan prógva, at hon stuðlar at Marknagilsdepilin verður bygdur og klárur at taka í nýtslu í 2016.