Samgongukreppan: Í dag kann røkka ella støkka

Í dag er áttandi dagur við tøgn, síðani samgongan kom í stjórnarkreppu, eftir at tingfólk í samgonguni atkvøddu saman við andstøðuni í málinum um sammøður

 

Men í dag verður tøgnin helst brotin, tí klokkan 13 hittast formenninir í Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum og Miðflokkinum, Bárður Nielsen, Jørgen Niclasen og Jenis av Rana at umrøða støðuna.

Tað sum er greitt er, at Miðflokkurin hevur hótt við at slíta samgonguna, um nakar úr samgonguni fór at atkvøða fyri málinum, sum snýr seg um at geva samkyndum rættindi. Men greitt er eisini, at Miðflokkurin er bakkaður frá kravinum og ynskir, at samgongan kortini heldur fram.

Vit vita eisini, at Sambandsflokkurin ikki er stjórnarberandi, tí Johan Dahl, tingmaður floksins, hevur boðað frá, at hann ikki longur er partur av samgonguni, sum harvið hevur mist meiriluta.

Vit vita eisini, at Fólkaflokkurin hevur stórar innanhýsis trupulleikar. Flokkurin hevur ofrað tvey landsstýrisfólk fyri at kroysta Anniku Olsen úr Løgtinginum, har hon hevur havt sætið sum annað varafólk fyri landsstýrisfólkini.

Málið um sammøður hevur verið eitt trupult mál fyri samgonguna, tí at Miðflokkurin og stórur partur av Fólkaflokkinum hava sett hart ímóti hørðum, at samgongan eingi stig skal taka, sum geva samkyndum fólkum rættindi. Men tað hevur samgongan nú gjørt.

Stóri spurningurin er so, hvat Fólkaflokkurin ætlar. Vil hann slíta samgonguna, ella hevur Fólkaflokkurin leita eftir nýggjum landsstýrisfólkum á jólum?

Spurningurin er so eisini, um løgmaður bakkar og setir aftur í starv somu landsstýrisfólkini hjá Fólkaflokkinum – sum kanska hevur tosað við Anniku Olsen við stórum stavum um at akta floksleiðsluna.

Løgmaður hevur eisini sagt, at um bara ein í samgonguni fer í sjálvdrátti, so er eingin samgonga.

Tað er nógv sagt, sum átti at ført til, at samgongan leggur frá sær, at ella at val verður útskrivað. Men tá talan er um politikk, so verða orð venda og snarað, so tey fáa nýtt lív. So fyri tað, kann samgongan saktans halda fram – næstan sum um einki varð hent.

Men seinnapartin verða vit kanska klókari, um teir tríggir floksleiðararnir ikki bara koma til ta niðurstøðu, at teir hava meira at tosa um, og so gongur hetta árið, áðrenn tað røkkur ella støkkur.