- Eg fari at arbeiða so, at eg taki hvørt mál, sum tað kemur og taki støðu til hvørt mál sær. Ja, eg haldi í hvussu er, at eg fari at arbeiða so, tí enn havi eg sat at siga ikki rættiliga yvirskoðað støðuna rættiliga, segði Gerhard Lognberg seint seinnapartin í gjár, alt meðan viðgerðin av løgmansrøðuni helt fram, og Gerhard klokkan 14 sama dag hevði sagt frá, at hann ikki er limur í samgonguni.
- Eg fari at taka undir við tí, sum eg kann, og ikki taka undir, har eg ikki kann, og tað vil til dømis siga, at eg ikki kann taka undir við ætlanunum viðvíkjandi fiskidøgum, so sum tað er lagt fram, sigur Gerhard Lognberg.
Tað súra við tí søta
Um samband sítt við flokk og floksfelagar í javnaðarflokkinum sigur Gerhard, at hann enn ikki veit rættiliga, hvussu har er statt, men at hann óivað hevur tað gott við summi, og minni gott við onnur, ið hava tikið sær støðutakan hansara nær.
- Men ein má taka tað súra við tí søta, sigur Gerhard Lognberg.
- Samgongan hevur svikið Suðurøkið sum heild og tikið optimismuna úr økinum, metir Gerhard, nú byrjanin uppá Sandoyartunnilin ikki er dagfest.
Og at Gerhad Lognberg kennir seg sviknan er onki at taka seg aftur í.
- Eg siteraði í tinginum frá einum fundi, har Høgni Hoydal og Jenis av Rana játtaðu at arbeiða fyri Sandoyartunnlinum, men ikki vildu hava tað fest í samgonguskjalið, men so fer Høgni Hoydal nú á røðarapallinum púra óávirkaður og sigur, at fundurin hevur ikki verið, sigur Gerhard Lognberg, ið eisini hevur mong onnur mál, ið hann ikki kann liva við, og t.d. vísur hann á ymisk pensjónsviðurskifti, ið samgongan hevur til viðgerðar.
Lættur um sinnið
Spurdur, um tað er ein lætti, nú hann hevur fingið gjørt støðu sína greiða, sigur Gerhard Lognberg, at tað er tað fyri so vítt.
Eg havi ein samgonguleiðara, sum skuldi verið mær nokkso nær, men sum eg ongantíð havi kent meg at hava nakað felags við, men hann hevur hinvegin altíð telvað meg til síðis, sigur Gerhard Lognberg.
Eg havi gjørt eftir míni sannføring, og eg fari ongan veg, men haldi fram við tingarbeiðinum, og røki kanska betri mínum málum nú, enn nakrantíð áður, sigur sandoyartingmaðurin, sum í gjár setti spenning í tingarbeiðið og samgongustevið, fyri síðani at taka stuðul sín til samgonguna aftur.