Føroyar fáa sama dómara sum dømdi Ferancvaros-KÍ

34 ára gamli David Šmajc verður høvuðsdómari til EM-undankappingardystin millum Póland og Føroyar í Warszawa

Tað verður ein góður "kenningur" hjá KÍ, ið fer at døma EM-undankappingardystin millum Póland og Føroyar.

 

Dysturin verður leiktur á PGE Narodowy leikvøllinum í Warszawa komandi hóskvøld klokkan 19.45.

 

34 ára gamli slovenski dómari David Šmajc verður høvuðsdómari til dystin millum Póland og Føroyar.

 

David Šmajc var eisini høvuðsdómari til legendariska dystin í fyrsta undanumfarinum í Champions League millum Ferancvaros og KÍ, ið KÍ vann 3-0. Dysturin var spældur 19. juli. 

 

David Šmajc var fjórði dómari til fyrra Europa League Play Off dystin millum KÍ og Sheriff Tiraspol, ið var leiktur á Tórsvølli 24. august.

 

PÓLAND - FØROYAR| Bólkur E

Dómari: David Šmajc (SVN)

Hjálpardómari 1: David Gabrovec (SVN)

Hjálpardómari 2: Aleksandar Kasapovič (SVN)

Fjórði dómari: Rade Obrenovič (SVN)

UEFA dómaraeygleiðari: Stéphane Lannoy (FRA) 

UEFA umboð: Phivos Constantinides (CYP)

 

Enn eru VAR-dómararnir ikki tilnevndir.